Kreppan myndug í dag

Í dag skriva vit 6. oktober. »Svarti oktober« varð hann kall­að­ur árini eftir 1992, tí tað var hend­an dag­in, at sam­­fel­­ag­ið fekk ein sann­an skelk, tá Sjó­vinnu­bank­in fekk deyða­dóm­in frá Fíggj­ar­eft­ir­lit­i­num, og lands­stýr­ið mátti taka um endan. Hetta var byrj­an­in til »As­trup-skeiðið fyrra«.

»Astrup-skeið­ið seinna« byrj­­ar í morgin, tá Jørn As­trup Hansen helst tekur við leiðsl­uni av nýggja Eik Banka, eftir at aðalfundurin hjá Eik Banka undir trýsti hev­ur góðkent treytirnar um at lata Finansiel Stabilitet taka yvir bankan og harvið for­koma milliarda virðum hjá gomlu partaeigarunum.