Kreppan spøkir aftur í Liverpool

Premier League: Trent Alexander-Arnold er mest umtalaði verjuspælarin og tað er ikki uttan orsøk

Seks av teimum tíggju dystunum í 8. umfari í Premier League hava verið í dag. Liverpool misti aftur í dag og enn eina ferð er lítið skil á spælinum. Chelsea tryggjaði sær ein týðandi sigur í evstu løtu móti Crystal Palace.

 

Liverpool hevur havt eina misjavna byrjan við vánaligum úrslitum og fleiri skaðum. Í dag vóru teir flestu spælararnir við, men avrikið var eins misjavnt og kappingarárið higartil. Longu aftaná eitt stórt korter var Brighton á odda 2-0 við málum frá Leandro Trossard. Hann kundi havt skorað eitt afturat.

 

Liverpool og Roberto Firmino minkaðu um munin fyri hálvleik, og javnaðu tá ein lítil tími var spældur við sama Firmino. Tá so Liverpool skoraði eftir horna til 3-2 mundu tey flestu halda, at krepputeknini í Liverpoll vóru við at leggja seg.

 

So var ikki og Leandro Trossard bleiv fyrsti gestandi spælarin síðani russiski Andrey Arshavin, sum 2009 skoraði hattrik fyri Arsenal, at skorað trý mál í sama dysti á Anfield. Brighton kundi enntá havt vunnið dystin í fleiri førum.

 

Mest umtalaði spælarin í Onglandi í løtuni er hægri bakkurin hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold. Hann er avsettur á enska landsliðnum, meðan Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur vart hann. Í dag mundi hann verða vánaligasti spælarin á vøllinum.

 

Chelsea var á vitjan hjá Crystal Palace og vann í evstu løtu. Avgerandi málið til 2-1 skoraði Conor Gallagher, sum var útleigaður til júst Crystal Palace farna kappingarár. Newcastle vann lættan 4-1 sigur á Fulham, sum fekk mann útvístan longu eftir fimm minuttir.

 

Everton vann 2-1 móti Southampton, meðan tað endaði við málleysum javnleiki millum AFC Bournemouth og Brentford.

 

1Arsenal870120:821
2Manchester City752023:617
3Tottenham852119:1017
4Brighton742114:814
5Chelsea741210:1013
6Manchester Utd64028:812
7Newcastle825112:811
8Fulham832313:1511
9Liverpool724118:910
10Brentford824215:1210
11Everton82427:710
12Bournemouth82336:199
13Leeds622210:108
14Aston Villa72146:107
15Southampton82158:137
16Crystal Palace71338:116
17Wolves71333:76
18West Ham71153:94
19Nottingham F.71156:174
20Leicester701610:221