Kappingarárið hjá Arsenal er gingið sum nógv av teimum undanfarnu. Í fyrru helvt tyktist at vera sannlíkt, at Arsenal fór at vinna meistaraheitið, og millum annað var Arsenal tað liðið í Premier League, sum vann flest stig í 2015.
Men søgan endurtekur seg mangan, og í ár hevur søgan hjá Arsenal í seinnu árunum enn einaferð endurtikið seg. Liðið megnar ikki at halda neyðturrviliga støðið í einum heilum kappingarári, og tískil verður Arsenal eiheldur ímillum tey allar fremstu í hesum kappingarárinum.
Í teimum seinastu tveimum dystunum hevur Arsenal mist luftalsliga tryggar leiðslur ímóti ávíkavist West Ham og Crystal Palace, og tað er nakað, sum varaliðskiparin hjá Arsenal, týski Per Mertesacker, ikki er nøgdur við.
- Tað er ein spurningur um disciplin. Viljin at verja hevur ikki verið nóg góður, hóast vit til dømis vóru á odda 2-0 á útivølli ímóti West Ham. Um rætti viljin ikki er har, so verður mann revsaður í Premier League. Nú mugu vit vinna hvønn einasta dyst fyri at seta tey liðini, ið eru frammanfyri okkum, undir trýst, sigur Per Mertesacker við bretska The Telegraph.
The Telegraph skrivar eisini, at innanhýsis kreppufundur hevur verið ímillum spælararnar hjá Arsenal. Ein kreppufundur, ið garvaðir leikarar sum Per Mertesacker, Mikel Arteta og Tomas Rosicky hava staðið á odda fyri.
At Arsenal eiheldur vinnur Premier League í ár er onkursvegna nakað, sum Arsenal-fjepparar eru vanir við, men sum steinur oman á byrðu tykist tað at vera sera sannlíkt, at fyri fyrstu ferð síðani 1995 fer størsti arvafíggindin av øllum, Tottenham, at enda frammanfyri Arsenal.