HB hevur sett eina kreppunevnd, sum skal bjarga felagnum úr ringu fíggjarligu støðuni. P/F Havnar Fótbóltur, sum rekur besta mansliðið, hevur eina skuld upp á áleið tvær milliónir krónur.
Tað var nógv fólk komin saman til eykaaðalfundin í HB húsinum í kvøld. Fyrst á skránni var ein lítil frágreiðing um hvat má gerast fyri at bjarga HB. Partafelagið, sum rekur besta mansliðið, er komið í fíggjarligt óføri og hevur higartil í ár ein negativan rokniskap upp á 2,2 milliónir krónur, sum við árslok helst kemur at liggja á umleið 2,5 milliónum. Samlaða skuldin hjá P/F Havnar Fótbólti liggur um 2 milliónir krónur.
Ætlanin er nú, at móðurfelagið, Havnar Bóltfelag, yvirtekur raksturin hjá partafelagnum. Um tað ikki ber til, so er ætlanin at móðurfelagið yvirtekur skuldina hjá partafelagnum. Hetta skal fyrst upp at venda hjá FSF. Verður hvørki møguligt, so má móðurfelagið flyta pening til partafelagið.
Hetta málið bleiv samtikt saman við málinum um at tað skal verða møguligt at hava millum fimm til átta nevndarlimir, og ikki bara fimm sum støðan er í løtuni.
Móðurfelagið hevur eina eginogn upp á 2,3 milliónir og er tí í stand til at gjalda skuldina, tí er talan ikki um at HB fer á húsagang sum felag. Spurningurin er meiri hvat fyri peningi felagið hevur at arbeiða við komandi kappingarár, og hvussu felagi verður skipað.
Ein av møguleikunum hjá felagnum er, at uppskriva virðið á sjálvum HB húsinum, sum í løtuni stendur at vera 1,3 milliónir krónur. Mett verður, at húsið er vert væl meiri og tí ynskir móðurfelagið eisini at sleppa at seta húsið í veg, um tað skuldi verið neyðugt fyri at fáa kapital.
Fyribils kreppunevndin er mannað við átta limum og tveimum vara limum. Formaður er Finnbogi Arge. Kreppunevndin situr fyribils í seks mánaðir.
Tað tykist greitt á orðadráttinum, at fólkið í og rundan um HB ikki hevur arbeitt fyri somu málum og tí hevur felagið nærmast verið í upploysn. Tí bleiv lagt til brots við at siga, at nú er at hyggja frameftir og finna eitt felags stevið.
HB fer nú í holt við at finna pening til at gjalda skuldina hjá partafelagnum, og tíðin kemur so at vísa hvussu stóra ávirkan hetta kemur at hava á besta mansliðið komandi kappingarár.
(Mynd: www.hb.fo)