Starvsfólkini í Uttanríkisráðnum eru alt annað enn nøgd við útmeldingina hjá løgmanni í gjár um, at einki hendur við umstrídda aðalstjóranum í ráðnum, Herluf Sigvaldsson
Í tíðindaskrivi frá starvsfólkunum í Uttanríkisráðnum í dag greiða tey frá, at kæruskrivið um, at einki álit er á aðalstjóran, og at tey vænta at neyðug stig verða tikin, varð handað løgmanni áðrenn niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni kom, og at kæran stendur við.
- Okkara kæruskriv er ikki ein knaplig rembing, men ein neyðug niðurstøða eftir ørkymlan millum starvsfólkini í longri tíð. Kæruskrivið er eitt mál fyri seg, sum vit vænta, at politiska leiðslan í Tinganesi, ið hevur ábyrgd av at tryggja eina vælvirkandi almenna umsiting, tekur í størsta álvara. Hetta er eisini tað, løgmaður hevur váttað yvirfyri undirritaðu, skriva starvsfólkini í tíðindaskrivinum.
Starvsfólkini, ið hava skrivað undir tíðindaskrivið eru vegna starvsfólkahópin, Gunnar Toftegaard, deildarstjóri, Kate Sanderson, deildarstjóri, Sigmundur Ísfeld, deildarstjóri, Elin Mortensen, álitisfólk (í barnsburðarfarloyvi), John Eysturoy, álitisfólk og Leivur Langgaard, álitisfólk.