Krevja at starvsfólkini skulu koppsetast

Fyri sløkum tveimum vikum síðani gjørdi Bakkafrost av, at øll starvsfólk skulu koppsetast, ella sleppa tey ikki til arbeiðis.

Bakkafrost, savnsmynd

Um starvsfólk hjá Bakkafrost ikki eru koppsett – ella um tey ikki kunnu vísa á eina kanning fyri koronu, sum ikki er eldri enn sjey dagar, so sleppa tey ikki til arbeiðis.

 

Tað vist sjónvarpið hjá Kringvarpinum at siga í kvøld.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost hevur sagt Kringvarpinum, at Bakkafrost viðgjørdi hesa avgerðina – við kravboðum til starvsfólk – við Vinnuhúsið, áðrenn hon varð sett í verk tann 3. oktober.

 

Tað gongur illa at fáa allar føroyingar koppsettar. Tað er komið stígur í, og enn hava bara 68,9 prosent, ella 36.877 fólk, fingið seinna prikið. 72,5 prosent hava fingið fyrra prikið.

 

 

 

Bakkafrost, savnsmynd