Krevja disiplin um eyðkennini

Eitt valdømi og skjótir miðlar hava broytt politiska landslagið, og tað er nýggj avbjóðing hjá floksformanni

Kunningartøkni og samskifti spæla ein størri leiklut enn nakrantíð, og tað skapar eisini stórar avbjóðingar fyri politiska arbeiðið – ikki minst hjá einum floksformanni, sum skal royna at halda disiplin í flokkinum.


- At vit hava eitt valdømi, og so hetta, at vit hava fingið nýggjar og skjótar miðlar ger onkursvegna, at politikarar vilja fram við onkrum, sum kann geva teimum umtalu, og stundum kann tað koma upp á tvørs hjá einum flokki ella einum samstarvi. Við einum valdømi hava politikarar størri tørv á fokus, tí nú kanst tú ikki á sama hátt konsentrera teg um títt valdømi og arbeiða miðvíst har. Nú er landspolitiska dimensjónin ráðandi, sigur Bárður Nielsen í samrøðu við Sosialin mánadagin.

- Hetta gevur avbjóðingar og ger, at formansuppgávan í einum politiskum flokki er ein onnur avbjóðing nú, enn hon var fyri nøkrum árum síðani. Í Sambandsflokkinum er høgt til loftið, men tá ið tað kemur til grundleggjandi eyðkenni hjá Sambandsflokkinum, so krevja vit floksdisiplin. Einstakir politikarar kunnu ikki fara út við meiningum, sum ikki hanga saman við floksins politisku grundsjónarmið, sigur hann.

Samrøðan við Bárð Nielsen kann lesast í fullum líki í Sosialinum mánadagin.