Krevja framvegis okursprís fyri Polarfrost í Vági

? Fiskavirking krevur so nógv fyri Polarfrost, at í veruleikanum er virkið ikki til sølu yvirhøvur, sigur Jákup Olsen, sum hevur ligið framvið leingi

? Enn røkist onki fyri, at flakavirkið Polarfrost í Vági kann lata uppaftur.

Í øllum førum er Føroya Fiskavirking enn akkurát líka treisk at samráðast við, sum hon altíð hevur verið, tá tað um Polarfrost ræður.

Ein av teimum, sum leingi hevur ligið framvið at fáa Polarfrost til keyps, er Jákup Olsen, sum ætlar at lata virkið uppaftur, saman við øðrum.

Men hann sigur, at enn hevur Fiskavirking slakað lítið og onki í prísinum.

? Fiskavirking krevur so nógv fyri virkið, at mín meiningin er, at tey í roynd og veru yvirhøvur ikki ætlað at selja tað, sigur Jákup Olsen.


Rínur ikki við

Sostatt tykist ikki, sum um tey, ið eiga Polafrost, lata eini boð úr sjálvum landsstýrinum ið seg koma.

Einasti løgtingsmaður úr Suðuroy í samgonguni, Hergeir Nielsen, sigur, at hann reisti málið um Polarfrost í tinginum herfyri, tá ið hann fanst at, at onki hendi við Polarfrost.

? Úrslitið av tí var, at samgongan, ígjøgnum landsstýrið, hevur boðað Framtaksgrunninum frá, at bjóðar áhugaður keypari seg fram, skal hann avhenda Polarfrost, uttan at lata prísin verða nakra forðing fyri keypinum, soleiðis at virksemi kemur ígongd aftur, sigur Hergeir Nielsen.

? Samgongan hevur sett sær fyri at fáa lív aftur í útjaðaran, vinnuliga sæð, ? Men higartil hevur Framtaksgrunnurin ikki víst nakran vilja til tess.

? Hann hevur fingið at vita, at hann verður umskipaður á nýggjárinum og at hann akkurát tað sama vísa samstarvsvilja beinanvegin, uttan at liggja sum Ormur á gullinum.

Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki rinið við tey, sum eiga Polarfrost.

?Í hvussu so er havi eg ikki lagt til merkis, at støða teirra er broytt, sigur Jákup Olsen.


Kravdu 12 milliónir

Hann sigur, at Fiskavirking krevur so nógv fyri virkið, at tað er ongin, sum hevur nakran livandi kans at keypa tað og at fáa eina burðardygga ætlan burturúr.

Sjálvur vil Jákup Olsen ikki nevna nøkur tøl.

Men vælvitandi keldur hava upplýst fyri Sosialinum, at Fiskavirking hevur kravt 12 milliónir fyri Polarfrost.

Jákup Olsen váttar, at tað talið hevur verið nevnt.

Men hvussu nógv Fiskavirking hevur slakað nú, vil hann ikki siga.

? Men eg haldi at tað er óhoyrt, at tey eru so trek at slaka.

? Tað kann ikki merkja annað enn, at í veruleikanum vil Fiskavirking yvirhøvur ikki selja Polarfrost.

Hann vil heldur ikki siga, hvussu nógv teir hava bjóðað fyri virkið.

Men hann ásannar, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar.


Uppisjóvar fisk

einaferð hevði Fiskavirking tað støðu, at hon vildi ikki selja virki burturav, um ætlanin var at brúka tey til at arbeiða vanligu botnsløgini undan Føroyum og sostatt komu at kappast við Fiskavirking um rávøruna.

Men tað kann ikki vera orsøkin til, at tað gongur so strilti við samráðingunum ímillum Fiskavirking og Jákup Olsen & co.

Tí Ætlanin, sum teir arbeiða við, er ikki nøkur sum helst hóttan ímóti hvørki Fiskavirking, ella nøkrum øðrum virki í Føroyum.

? Tað vit ætlaðu at brúka gamla Polarfrost til var til at gera eitt virki til uppisjóvarfisk í Vági, sigur Jákup Olsen.

Hann sigur, at ætlanin var at taka ímóti makreli og svartkjafti og at virka hann til matna.

Á virkinum er ein flakalinja, og hana var ætlanin at brúka russarafisk.

Hetta hevði givið ein hóp at arbeiði í Vági.

Men talan er um eina ómetaliga stóra íløgu.

Jákup Olsen sigur, at talan var um at keypa maskinur fyri einar 30 miliónir.

Hann sigur, at teir høvdu fingið fígging til ætlanina.

M.a. høvdu teir fingið fimm milliónir í stuðuli úr landskassanum til endamálið.

Men afturat øllum teimum pengunum, kemur so kostnaðurin fyri sjálvt virkið.

Jákup Olsen sigur, at ætlanin annars var klár at seta í verk, men at prísurin, sum Fiskavirking krevur fyri virkið, hevur gjørt, at hon ikki er blivin veruleiki enn.

? Tað sigur seg sjálvt, at tað er ongin møguleiki at fáa eina burðardygga verkætlan upp á føtur, so leingi sum Fiskavirking krevur so nógv fyri virkið, sum hon ger.

Hann sigur, at teir hava ikki biðið um at fáa virkið fyri onki.

Men teir halda, at prísurin, sum Fiskavirking krevur fyri virkið, er heilt burturvið.

? Tað ber virkið ikki

?Og so slett ikki, tá ið hugsað verður um, at Polarfrost er ikki í serliga góðum standi longur.

? M.a. er takið illa farið, men ymiskt annað er eisini at gera við tað, neyðug verður at keypa nýggjar trukkar o.s.fr.

? Somuleiðis eru tað tey heilsufrøðiligu krøvini, sum skulu lúkast.

? Tað nyttar onki at keypa virkið fyri ein prís, sum vit vita bara ger, at virkið fer á heysin aftur.

Hann leggur tó afturat, at so leingi Fiskavirking ikki hevur selt øðrum Polarfrost, er vón at tað fer at eydnast at fáa tað, og samráðst verður enn.

Fleiri samráðingarfundir hava verið, men tað gongur onga leið.


Onga viðmerking

Sverri Hansen, formaður í Framtaksgrunninum, hevur onga viðmerking.

Hann sigur, at Framtaksgrunnurin blandar seg ikki upp í dagliga raksturin á Fiskavirking.

? Tað er nevndin í Fiskavirking, sum umsitur tað.

Hann vil ikki siga, um boð eru komin úr Tinganesi til Framtaksgrunnin um Polarfrost.

?Men skuldi so verið, er adressan púra skeiv, tí vit hava, sum sagt, onki við dagliga raksturin av Fiskavirking at gera, sigur hann. Heldur ikki nevndarformaðurin í Fiskavirking Bergur í Garði, var at hitta.