Tað var rættiligt rok á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, tá ið Levi Mørk, sum annars er limur í samgonguni í Tórshavnar Býráði, ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini, sum samgongan hevði lagt fyri næsta ár.
- Hetta verður ikki góðtikið, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri Sosialinum í dag.
Hann staðfestir somuleiðis, at nú vil hann hava greitt at vita frá Levi Mørk um hann er ú samgonguni, ella um hann er farin úr henni.
Men hann leggur dent á, at ein býráðslimur, sum er í samgongu, men sum ikki vil atkvøða saman við samgonguna um eitt so avgerðandi mál fíggjarætlanin, hann hevur ein trupulleika.
- Í mínari verð er spurningurin til Levi Mørk sera einfaldur: Antin ert tú við, ella ert tú uttanfyri, sigur borgarstjórin fyri Sosialinum.
Fíggjarætlanin skal hava viðgerðast einaferð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt.
- Áðrenn endaligu atkvøðugreiðsluna vil eg hava at vita frá Levi Mørk, um hann er við í samgonguni, ella ikki, staðfestir Heðin Mortensen.
Um eina løtu hava vit eisini eina viðmerking frá Levi Mørk.