Krevja ikki løgreglurapport

? Ert tú atvoldin til eitt ferðsluóhapp, har størri materiellur skaði ella skaði á menniskju er hendur, skal løgreglan fráboðast. Men tað eru teir báðir partarnir í ferðasluóhappinum, sum í fyrstu atløgu gera av, hvørt materielli skaðin er stórur ella ikki, sigur stjórin í Trygd, Christian C. Nielsen

Stjórin í tryggingarfelagnum Trygd, sum er annað av føroysku tryggingarfeløgunum, sigur, at teirra politikkur er sera greiður, tá tað kemur til ferðsluóhapp.
? Vit forlanga ikki at politiið skal verða uppi í leikinum, uttan so, at fólkaskaði er hendur. Onkuntíð seta vit okkum í samband við løgregluna, um so er, at óhappið hevur elvt til stóran materiellan skaða. Men um eingin politirapport er skrivað, so gera vit ikki meira við tað, sigur Christian C. Nielsen, stjóri.
? Tað fyrsta, sum vit krevja av okkara tryggingartakarum er, at teir sjálvir meta skaðan, sum er hendur. Er stórur skaði hendur á bil ella ogn hjá øðrum, hava vit sum reglu, at løgreglan skal fráboðast. Men tað er sum sagt upp til einkulta tryggingartakaran at meta um. Er fólkaskaði hendur, so skal løgreglan uppí leikin, greiðir Christian C. Nielsen frá.
Eftir at tryggingin hevur fingið skaðafráboðanina, verður ein sýnsmaður sendur út frá tryggingini at sýna skaðan. Um hesin metir skaðan vera stóran, setir hann seg í samband við løgregluna, fyri at vita um rapport er skrivað í málinum.

Fleiri sleppa undan
Stjórin í tryggingarfelagnum Trygd sigur, at tað eftirhondini eru alsamt færri skaðar, sum verða fráboðaðir løgregluni.
? Fyrr vóru so gott sum øll óhapp meldað til løgregluna, men vit síggja nú oftari og oftari, at løgreglan ikki veit nakað um skaðarnar, sum vit fáa fráboðanir um, staðfestir stjórin í Trygd.
Tað vil siga, at tað als ikki eru øll ferðsluóhapp, ið verða meldað til løgregluna. Hinvegin er alsamt vanligari, at partarnir í óhappinum finna eina innanhýsis semju.
Christian C. Nielsen sigur víðari, at um eingin politirapport er skrivað, so ger tryggingin ikki meira við málið.
? Vit lata løgregluna um at gera teirra arbeiði, tað leggja vit okkum ikki útí. Fáa vit eina fráboðan, sum løgreglan ikki veit nakað um, so fara vit ikki at melda tryggingartakaran. Tað er ikki okkara arbeiði, sigur Christian C. Nielsen, og leggur afturat, at tað eisini er galdandi, um tryggingartakarin hevur koyrt um hávatenn, og harvið hevur brotið treytaleysu víkiskyldina.
? Vit spyrja um politirapport er skrivað. Er hon tað, verður hon tikin til eftirtektar. Er hon ikki tað, verður sakin avgreidd á vanligan hátt allíkavæl, greiðir hann frá.
Fyri at koyra um hávatenn og harvið bróta treytaleysu víkiskylduna, eigur tú at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum, umframt, at tú skalt upp til nýggja roynd í bæði koyring og teori.
Men finna partarnir báðir eina semju, soleiðis, at løgreglan ikki verður fráboðað, er gjørligt at sleppa undan at taka koyrikortið av nýggjum.
Tað er nevniliga ikki ein treyt frá tryggingini, at løgreglan skal vita um óhappið, fyri at tryggingin skal taka við.


Myndatekstur:
Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd sigur, at tað ikki er eitt krav frá tryggingini, at løgreglan skal verða fráboðað um óhappið, fyri at tryggingin skal taka við. Heldur ikki, tá koyrt verður um hávatenn, og treytaleysa víkiskyldan harvið verður brotin. ?Vit melda so ongan, staðfestir hann.
Savnsmynd