Krevja koronupass fyri at spæla hondbólt

Hondbóltssamband Føroya broytir nú koronufyrilitini við kravi um koronupass

Tað merkir, at frá mánadegnum at rokna skulu allir leikarar frá U14 og uppeftir hava koronupass.

Tað kann vera við talgildum koronupassi, gulu koppsetingarbókini, PCR test, ið ikki er eldir enn 72 tímar við dystarbyrjan, ella við váttan um, at leikari hevur havt koronu,

Sambært Hondbóltssambandinum eru tað venjarar og hjálparar, sum hava ábyrgdina av at innheinta váttanir frá leikarum.

Leikarar í U8, U10 og U12 eru undantiknir hesum krøvum.