Parken Sport & Entertainment krevur nú sjey milliónir í endurgjaldi frá áskoðaranum, sum leyp inn á vøllin, tá Danmark spældi EM-undankappingardyst móti Svøríki fyrr í ár. Hendingin bar við sær, at Danmark ikki sleppur at spæla næstu tveir undankappingardystirnar á tjóðarvøllinum, og hetta gevur eisini peningaligan miss til Parken.
Somuleiðis hevur DBU boðað frá, at talan verður um endurgjaldskrav, men enn er ikki greitt, hvussu stórt hetta verður.