Krevja skráseting

Á Føroya Tele verða brúkararnir skrásettir, tá tey keypa sær eitt telefonhald. Tað veri seg bæði fastnet, GSM ella talutíð.
? Tað kann sjálvandi gleppa onkuntíð, men tá ringja vit so til tey og biðja tey koma inn at skráseta seg. Men meginreglan hjá okkum er, at øll skulu skráseta seg sum brúkarar hjá okkum. Hinvegin hava vit onga ávirkan á, hvat hendir, um nú ein brúkari hjá okkum, ger av at selja sítt hald víðari til ein annan persón, sum ikki vil skráseta seg, verður sagt frá Føroya Tele.