Krevja sparingar fyri 200 milliónir næsta ár

Útlit eru fyri hópuppsagnum í stórum stíli hjá teimum alment løntu,tí samgongan hevur givið almennum stovnum boð um at spara fleiri hundrað milliónir næsta ár

Fíggjarlógin

Tað verður uttan iva baldrut í Løgtinginum, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár kemur fyri tingið aftur.
Vandi er fyri hópuppsagnum komandi ár hjá teimum alment løntu, tí nú hevur samgongan givið almennum stovnum boð um at fremja umfatandi sparingar næsta ár víða hvar í almennu tænastunum.
Hóast nógvir almennir stovnar frammanundan kæra seg um, at teir hava ov lítið at arbeiða við, hevur samgongan givið teimum ymsu landsstýrismonnunum boð um at spara 200 milliónir næsta ár.
Tað fer at føra nógvar uppsagnir við sær, tí meginparturin av almennu útreiðslunum eru lønir.
Fíggjarnevndin situr í løtuni dag um dag og viðgerð uppskotið hjá Landsstýrinum til fíggjarlóg fyri næsta ár og um einar 14 dagar verður tað lagt fyri tingið aftur.
Ongin fæst til at siga nakað alment um fíggjarlógina fyri næsta ár, nú viðgerðin í fíggjarnevndini ikki er liðug.
Men fíggjarnevndin hevur havt fleiri Landsstýrismenn til hoyringar fyri at tosa um útreiðslustøðið komandi ár.
Og frá vælvitandi keldum veit Sosialurin, at teir hava allir fingið boð um at fremja umfatandi sparingar fyri 200 milliónir komandi ár.
Tað er formaðurin í fíggjarnevndini, Óli Breckmann, sum førir orðið vegna samgonguna og sparingarnar, sum hann hevur givið boð um, fara at raka bæði heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið meint, men tað fer eisini at raka onnur øki.
Soleiðis hevur Páll á Reynatúgvu, sum umsitur almannamál, fingið boð um at spara 90 milliónir, Bill Justinussen, sum umsitur heilsumál, hevur fingið boð um at spara næstan 50 milliónir og Annlis Bjarkhamar, sum umsitur skúlamál og mentamál, hevur fingið boð um at spara 40 milliónir.
Harumframt hevur Jørgen Niclasen fingið at vita, at hann skal spara 15 milliónir á sínum málsøki næsta ár.

Hópuppsagnir
Nógv tað mesta av almennum útreiðslum er til lønir, so hóast nakað kann sparast á summum økjum, uttan at siga fólki upp, er ongin ivi um, at hesar sparingarnar fara at føra við sær hópuppsagnir víða hvar ímillum almenn starvsfólk.
Vanliga hevur verið sagt, at í miðal ganga fýra starvsfólk upp á hvørja millión.
Skal samgongan so spara 200 milliónir komandi ár, soleiðis sum ætlað, fer tað í ringasta føri at kosta útvið 800 fólkum starvi.
Kanska verða uppsagnirnar eitt sindur færri, verða sparingar funnar á øðrum økjum, men skal sparast, er tað bara í lønum, at tað veruliga munar, so uppsdagnirnar verða í øllum førum fleiri hundrað.
Kanska verða tað mangt slíkt, tí nógv hava tríggjar mánaða uppsagnarfreist, ella eitt hálvt ár og sostatt skulu allar sparingarnar fremjast seinasta partin av árinum og og tað merkir, at avleiðingarnar sjálvsagt verða tvífalt so álvfarsligar.
Keldur okkara siga, at sostatt er greitt, at samgongan ætlar at gera álvara burturúr tí, sum varð fráboðað um, at sparast skulu 150- 200 milliónir í almennu umsitingini komandi ár.
Samstundis vísa keldur okkara á, at almenna umsitingin er ógvuliga nógv vaksin seinastu fýra árini.
Ein uppgerð, sum er gjørd í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, vísir, at nú eru næstan 1.000 fólk fleiri í almennum starvi, enn tað vóru fyri fýra árum síðani.
Her er hugsað um øll tey, sum arbeiða á sjúkrahúsunum, Strandferðsluni og øðrðum almennum stovnum.

Veksa 100 milliónir
Samstundis vísir uppgerðin, at í løtuni eru 330 fulltíðarstørv í sjálvari miðfyrisitingini. Tilsamans skjýtur samgongan upp at játta næstan 138 milliónir til tey ymsu aðalstýrini næsta ár. Í 1998 var játtanin til aðalstýrini slakar 54 milliónir, so har er vøksturin stórur hesi fýra árini.
Eftir uppskotinum hjá Landsstýrinum, veksa lønarútreiðslurnar hja tí almenna smár 100 milliónir komandi ár, so hóast lønirnar eru hækkaðar, boðar tað frá, at starvsfólkatalið er nógv økt.
Her skal tó havast í huga, at tølini kunnu ikki rættiliga samanberast, tí seinastu árini eru fleiri øki løgd undir miðfyrisitingina, sum ikki vóru frammaundan.
Samstundis, sum tað er vaksið í miðfyrisitingini, er tað sostatt minkað aðrastaðni. Men verður alt lagt saman, er talið á almennum starvsfólki vaksið næstan 1.000 fólk hesi seinastu fýra árini, siga keldur okkara.
Sí eisini greinina ?Sita hendur í favn og hyggja at?.