Aftan á eitt ellivu tímar langt orðaskifti samtykti trygdarráðið hjá ST gjáranáttina at krevja, at Ísrael skal taka seg burtur frá høvuðsstøðini hjá palestinska leiðaranum, Yasser Arafat, í býnum Ramallah. Síðani seinasta hósdag hava ísraelskir stríðsvognar kringsett støðina, og gravkýr hava oyðilagt fleiri av bygningunum.
14 av teimum 15 londunum í trygdarráðnum atkvøddu fyri kravinum. USA atkvøddi ikki. Amerikanski umboðsmaðurin, James Cunningham, segði, at amerikanska stjórnin kundi ikki taka undir við samtyktini, tí hon fordømdi ikki teir víðgongdu palestinsku bólkarnar Hamaz og Islamiskt Jihad, sum hava átikið sær ábyrgdina av teimum seinastu sjálvmorðsbumbuatsóknunum í Ísrael. Amerikansaki ST-sendiharrin, John Negroponte, segði tó, at USA tekur undir við, at Ísrael skal gevast við atsóknini at høvuðsstøðini hjá Arafat.
Í samtyktini krevur trygdarráðið eisini, at Ísrael skal taka herin úr teimum býum og bygdum á Vestara Áarbakka, sum hann hevur hersett.