Krevja svar í seinasta lagi um tveir mánaðir

Føroya Fiskavirking hevur nú fingið bræv frá Vágs Býráð við boðum um, at antin verður flakavirkið latið upp aftur, ella verður Fiskavirking sagt upp í Vági

Nú hava vágbingar mist tolið við Føroya Fiskavirking og nú vilja teir hava greiði á, hvussu verður vorðið við flakavirkinum í Vági.

Flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking í Vági hevur staðið stongt í fleiri ár, men tað vilja vágbingar ikki lata sær lynda longur

Og nú hava teir givið Fiskavirking greið boð: Antin verður flakavirkið latið upp aftur heilt skjótt, ella verður Fiskavirking sagt upp í Vági.

Tað er nakað síðani Vágs Býráð samtykti at fáa greiði á flakavirkinum í Vági.

Og í farnu viku fekk Fiskavirking bræv frá sakføraranum hjá Vágs Býráði.

Í brævinum verður leiðslan í Fiskavirking biðin um at greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur við flakavirkinum í Vági.

Samstundis verður boðað frá, at eru ongar ítøkiligar ætlaninir, fer Vág Býráð at siga sáttmálan upp um grundstykkið, sum Flakavirkið stendur á.

Tað er nevniliga soleiðis, at hóast tað er Føroya Fiskavirking, sum eigur sjálvan virkisbygningin, er tað kommunan, sum eigur grundstykkið, sum virkið stendur á.

Men í leigusáttmálanum stendur, at verður virkið ikki brúkt til tað, sum tað varð ætlað til, tvs, til fiskaarbeiði, hevur kommunan rætt til at siga sáttmálan upp. Og tað er hendan ásetingin í sáttmálanum, sum Vágs Býráð nú ætlar at brúka.


Brúk fyri stykkinum

Verður sáttmálin sagdur upp, noyðist Fiskavirking antin at selja virkið, ella at taka tað niður.

Fiskavirking hevur fingið tveir mánaðir til at svara brævinum frá Vágs Býráð.

Jógvan Krosslá, býráðsformaður, ger púra greitt, at býráðið krevur eitt greitt svar frá Fiskavirking um, hvat ætlanin er við virkinum.

Hann skoytir uppí, at harumframt krevur Býráði, at virkið í Vági skal latast upp heilt skjótt, ella verður sáttmálin sagdur upp.

? Eitt flótandi svar sum t.d. at Fikavirking arbeiðir við at lata virkið upp einaferð í framtíðini, tá ið umstøðurnar loyva tí, ella okkurt líknandi, verður ikki góðtikið, tí tað er svarið, vit hava fingið øll árini, sigur hann.

?Vit mugu fáa eina loysn á málinum um flakavirkið í Vági heilt skjótt. Tað er eitt so mikið stórt grundstykkið, at tað kann ikki ligga deytt longur. So antin letur Fiskavirking virkið upp aftur, ella verður sáttmálin sagdur upp, so at stykkið kann brúkast til onnur endamál.

Hann sigur, at áhugi er fyri at fáa stykki á havnalagnum at byggja Fiskavirki á, so tað ber ikki til at eitt so stórt grundstykki skal liggja bundið til onga nyttu.

Hann sipar m.a. til, at býráðið hevur fingið eina ítøkiliga umsókn frá einum felag um at fáa eitt stykki til at byggja eitt laksavirki á.

? Hetta er eitt arbeiðspláss til yvir 100 fólk, so tað er ein vanlukka ikki at hava eitt stykkið at vísa á, sigur Jógvan Krosslá.