Tað hevur í mong ár verið tosað um at gera nýggjum landsveg eftir oyggj í Suðuroynni.Men er tað ikki blivið til meiri enn tos.
Og av tí, at øll eru greið- yvir, at tað er alneyðugt við nýggjum vegi, er lítið og onki av ábótum gjørt á vegin, sum er, tí tað hevur verið mett sum pengaspill
Ein høvuðsspurningur hevur verið, um vegurin, sum er, skal breiðkast upp um fjallið, ella um tunnil skal gerast ímillum Hov og Øravík.
Men enn hevur fleiri ára tos ikki ført til nakað
Avleiðingin er, at tað er ongin vegur í Føroyum, við so nógvari ferðslu, ið er so vánaligur sum høvuðsvegurin ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroynni.
Hava mist tolið
Men nú hava suðuroyingar mist tolið.
Starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru nú farin at savna inn undirskriftir til løgtingsmenninar í Suðuroynni og til landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, við kravi um at tunnil verður gjørdur ímillum Hov og Øravík Listar eru lagdir í handlar í oynni, umframt á posthúsið og peningastovnar í Vági og á Tvøroyri
Enn eru ongir listar komnir til Sumbiar og til Hovs, men teir koma eisini fyrsta dagin
Ongin ivi er um, at undirtøkan verður stór, tí longu fyrsta dagin, listarnir lógu, skrivaði ein hóður av fólki undir.
Starvsfólkið á sjúkrahúsinum sigur, at tað er alneyðugt at landsvegurin í Suðuroynni verður raðfestur ovast tá ið stungið verður út í kortið, hvørjir vegir skulu gerast í næstum. Tað hevur verið bíðað og bíðað og tosað og tosað í fleiri ár, men onki er komið burturúr.
Avleiðingin er, at long strekki av vegnum liggja enn, sum tey lógu, tá ið tey vórðu gjørd í fimti og sekstiárunum.
Einasti munurin er, at nú er asfalt lagt á hann.
Ein av stigtakarunum, Bodil Finnson er ein teirra, sum brúkar vegin dagliga.
Hon sigur, at tað verður meiri og meiri ótrygt at brúka vegin.
Ferðslan veksur alsamt og ikki minst ger tað ferðsluna trupla, at koyringin við trailara er nógv vaksin seinastu árini.
Tað er eisini dagligur kostur, at grót leypur oman á vegin, og at størri og minni steinar liggja á vegnum.
Tað er ikki so frægt sum at bilaverja er sett upp allastaðni, framvið vegnum, hóast tað er høgt niðurfyri.
Og stabbasteinarnir eru so vánaligir, at teir skulu bara hava eitt lítið skump, so fara teir útav.
Í fjør var vegurin eisini stongdur í fleiri dagar, tí skalvur leyp oman á hann.
Tí halda fyrireikararnir, at tað er neyðugt at gera tunnilin, tí tað eru nógv fólk, sum brúka vegin hvønn dag, báði til og frá arbeiðið, við farmi, til og frá Smyrli, sjúkrahúsi o.s.fr.
Tey halda, at tunnil er einasta loysn, tí slepst undan omanlopi á vegin, skalvalopi, kavarudding - og einum einum sera vindharðum strekki.