Krevur at Jan Mortensen tekur orðini í seg aftur

Antin skal hann prógva sínar ákærur ímóti fakfeløgunum, ella skal hann taka orðini í seg aftur, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum

Skuldsetingar

? Hatta eru so grovar ákærur, at hatta skal ikki ganga.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum vil nú hava eitt greitt svar frá Jan Mortensen á Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Í samrøðu við Sosialin leygardagin, fanst Jan Mortensen at føroyskum fakfeløgum fyri at trívast best í anarki, tað er lógloysi ella skilaloysi.
Hann segði at øll donsk fakfeløg hava niðurfelt í sínar lógir, at tað eru limirnir sjálvir, sum atkvøða um eitt semingsuppskot.
?Tað er tí at tey ásanna, hvussu álvarsligt tað er at kasta eitt samfelag í verkfall og har verða ongi tiltøk sett í verk, fyrrenn ein slík frumatkvøðugreiðsla hevur vrakað eitt semingsuppskot.
? Men slíkt høvuðbrýggj hava fakfeløgini í Føroyum ikki, tí tey trívast best í anarki, ella skilaloysi, segði Jan Mortensen.
Hesi orðini eru fallin formanninum í Starvsmannafelagnum so illa fyri bróstið, at hann ætlar sær víðari við málinum.
?Hetta eru so álvarsligar ákærur ímóti fakfeløgu num, at tað, sum Jan Mortensen sigur, skal ikki sleppa at standa einsamalt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur stutt og greitt at hann góðtekur ikki slíkar útsøgnir.
?Antin skal Jan Mortensen prógva tað, hann sigur, ella skal hann taka orðini í seg aftur.

Jan skal ansa sær
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Jan Mortensen er ein av teimum, sum stendur á odda fyri nógvum samráðingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
? At skuldseta føroysku fakfeløgini fyri anarki er ikki hissini. At fakfeløg seta tiltøk í verk í sáttmálaloysi, hava tey fulla heimild til og tað hevur onki sum helst við anarki at gera.
? Tí kann hendan útsøgning hjá Jan Mortensen als ikki góðtókast og síðsta orðið er ikki sagt í hesum máli.
? Hetta eru ótrúliga álvarsligar ákærur. Og eg haldi, at Jan Mortensen skal ansa sær at spæla so hart út ímóti fakfeløgunum, tí hetta eru ógvuliga álvarsamar ákærur frá einum samráðingarleiðara, sum førir nógvar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum.
Og hann heldur ikki at hetta er fremjandi fyri samráðingarnar.
Gunnleivur Dalsgarð sigur Jan Mortensen má útgreinað hvat hann hugsar um.
?Hann kann ikki skera øll fakfeløgini yvir ein kamb. Hann má nevna ítøkilg dømi um, hvat hann hugsar um.
? Møguliga eru orðini søgd í sinnisrørslu í eini spentari støðu, men hetta var at fara ov langt.
Gunnleivur Dalsgarð vil ikki siga beint nú, hvat hendir, kann Jan Mortensen ikki taka orðini í seg aftur, ella vil hann ikki taka orðini í seg aftur.
?Tað vil tíðin vísa, hvat hendir, sigur Gunnleivur Dalsgarð.



MYND AV GUNNLEIV

? Tá ið Jan Mortensen skuldsetir føroysku fakfeløgini fyri at trívast best í anarki, er hann farin ov langt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanafelagnum