Málið um grindina í Bø byrjaði í morgun í Eystara Landsrætti.
Tað er málið móti teimum fýra limunum hjá Sea Shepherd, sum vóru tiknir í samband við grindina í Bø 23. juli í fjør og síðani dømdur bøtur úr 25.000 til 35.000 krónur fyri brot á grindalógina. Felagsskapurin Stitching Sea Shepherd Global var eisini dømdur eina bót á 75.000 krónur.
Tey ákærdu kærdu dómin á staðnum, og ákærumyndugleikin nýtti tí eisini høvi at kæra dómin. Tey ákærdu ynskja frídøming, meðan ákærin ynskir eina harðari revsing. Hon krevur at bøturnar verða hækkaðar upp í 35.000 krónur, meðan tann harðasta bótin verður hækkað upp í 40 til 50.000 krónur. Felagsskapurin skal revsast við eini bót upp á 100.000 krónur, metir Linda Margrethe Hesselberg.
Í morgun hevur tað í stóran mun verið ein endurtøka av tí, sum kom fram í Føroya rætti. Fýra løgreglufólk hava verið í rættinum sum vitni og greitt frá tí, sum hendi í Bø, tá hesi fýra fólkini vóru handtikin. Harumframt hevur kommandørkaptajnurin á Triton eisini greitt frá, hvat fór fram hendan dagin.
Eins og í Føroya rætti, hevur Linda Margrethe Hesselberg í dag nýtt nógva tíð upp á at knýta Rosie Kunneke og Sea Shepherd tætt saman. Hetta er neyðugt, fyri at kunna revsa Sea Shepherd fyri tað, sum hesi fólkini, sum eru í teirra tænastu, gera, meðan tey eru í Føroyum.
Umframt vitnisfrágreiðingar frá løgreglumonnunum og upplestur av vitnisfrágreiðinunum frá teimum handtiknu, hevur ákærin víst á, hvat Paul Watson og onnur umboð fyri Sea Shepherd hava sagt um teirra leiklut her í Føroyum. Hetta er fyri at vísa, at tað, sum hesi fólkini hava gjørt, er ein partur av eini størri heild og tað ein kann vænta, at fólki, sum virkar fyri Sea Shepherd.
Hon vísti til útsagnir frá Paul Watson, Scott West, sum var í Føroyum í fjør og segði seg vilja leggja seg millum hvalin og knívin og danska Lukas Erichsen, sum segði nakað tað sama í samrøðu við TV2.
Linda Margrethe Hesselberg vísti eisini á, at Rosie Kunneke, ið varð handtikin í Bø, og Paul Watson høvdu havt tætt samskifti, meðan hon var í Føroyum, millum annað umvegis telefon og Skype.
Hon vísti fleiri kykmyndabrot, bæði framleiðslur hjá Sea Shepherd, Kringvarpi Føroya, føroyskum tíðindaportalum og útlendskum miðlum, so sum DR, TV2 og einum filmsliðið úr Suðurafrika.
Partarnir hava havt sínar endaligu framløgur, og tí er hesin parturin av málinum nú tikin upp til dóms. Í morgin byrjar kærumálið hjá tí eina, sum var handtikin í grindini í Sandagerði sama dag.