Krevur minst 250.000 krónur í bót

Ákæruvaldið vil geva Sea Shepherd 250.000 krónur í bót umframt at leggja hald á skjóttgangandi bátin Echo, fyri at órógva grindina í Sandavági í fjør.

Rættarmálið móti Sea Shepherd sum byrjaði fríggjadagin, var væntað at vara í tríggjar dagar, men við tað, at eingin frá Sea Shepherd møtti, varð málið gjørt liðugt fríggjadagin.

 

Ákæruvaldið hevur ákært Sea Shepherd fyri brot á grindalógina í samband við grindadrápið í Sandavági 12. august 2015. Skjóttgangandi báturin hjá Sea Shepherd, Echo, sigldi fyri grindini og royndi at órógva og forða drápinum. Tey ákærdu í málinum vóru Sea Shepherd felagsskapirnir í Avstralia og Italia, sum sambært skjølum, sum ákæruvaldið hevur fingið hendur á, eiga skjóttgangandi bátin Echo og motorarnar í bátinum.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur við in.fo, at hon hevur biðið um, at Sea Shepherd felagsskapirnir fáa 250.00 krónur í bót, umframt at báturin Echo og motornarnir verða ognartiknir. Virðið á bátinum og motorunum er mett at vera 234.000 krónur.

 

Málið skuldi upprunaliga viðgerðast í januar, men tá møtti eingin frá Sea Shepherd og dómarin metti ikki, at málið kundi viðgerðast, tí tey ákærdu ikki vóru lógliga kunnaði um rættarmálið.

 

Linda Margrethe Hesselberg greiðir frá, at við tað, at eingin ivi var um, at rættarmálið var lógliga kunnað fyri ákærdu pørtunum hesa ferð, kundi málið eisini dómsviðgerðast liðugt, uttan at tey ákærdu vóru til staðar. Tey kunnu tí eisini dømast, hóast tey ikki eru til staðar.

 

Ein avleiðing av, at tey ikki eru til staðar, er, at tey heldur ikki hava rætt at kæra málið, greiðir Linda Margrethe Hesselberg frá. Fyri at tryggja sær, at grundarlag heldur ikki var fyri at kæra vegna rættargangsmistak, ynskti hon tí at greiða rættinum frá týdningarmestu skjølunum í málinum.

 

Eitt ivamál, sum dómarin má taka støðu til, er, um ákæruvaldið hevur rætt at broyta málið frá einum statsadvokatsmálið til eitt politimál. Tá málið var reist í januar, var tað reist sum eitt statsadvokatmál. Ta ferðina kom dómarin til ta niðurstøðu, at ákærdi mátti vera til staðar, fyri at málið kundi viðgerðast.

 

Hesa ferð er málið reist sum eitt politimál, og tí kann málið viðgerðast, uttan at tey ákærdu eru til staðar. Verjin hjá Sea Shepherd, Jógvan Páll Lassen, vildi hava dómaran at meta um, hvørt ákæruvaldið hevur loyvi at broyta málið á hendan hátt, eftir at ákæra er reist.

 

Dómarin valdi at lata málið koyra liðugt, men fer eisini at taka støðu til hetta í samband við sína viðgerð av málinum. Dómur fellur fríggjadagin.