Morten Carlsson, ið tók lut á fundinum sum umboð og formaður í Landsforeningen for autisme í Danmark, greiddi m.a. frá soni sínum, sum er 14 ára gamal. Tá sonurin var 4 ára gamal, var hann sera ringur at fáa fáast við, av tí at hann rópti og skríggjaði nógv og dugdi ikki at tosa.
Um hetta mundið vistu Morten og mamman lítið um autismu, men stutt eftir varð ein diagnosa sett.
Eftir at hava fingið miðvísa hjálp, lærdi drongurin at tosa danskt, eitt sindur av enskum og rokning.
Morten Carlssen vísti á, at seinastu árini er diagnostiseraða talið av autistum tvífaldað, og landsfelagið í Danmark hevur í dag 4000 limir. Felagið hevur sostatt møguleika at skipa fyri fleiri tiltøkum. M.a. góvu 21 bøkur og bóklingar út í fjør, og harafturat eru nakrar heimasíður latnar upp, m.a. HYPERLINK http://www.autizme.dk www.autizme.dk (gev gætur: stavað við z) og www.autismeportalen.dk. Tann fyrra er ein sokallað systkinasíða, meðan tann seinna er ein síða fyri bæði foreldur og fakfólk.
Morten Carlssen greiddi sum avvarðandi frá, at tað krevur nógv av familjulívinum at eiga eitt barn, sum er autistur. Eitt nú eru hjúnaskilnaðirnir sambært hagtølum fleiri í familjum, har brek og autisma er, enn í øðrum familjum. Tí er neyðugt at hugsa um familjuna og systkin. Eisini nevndi hann tvørfaklig toymi sum alneyðuga hjálp hjá eitt nú lærararum, ið kunnu tykjast heldur einsamallur í slíkum greiðsluevnum.
Nevndir vórðu m.a. ergoterapeutar, psykoterapeutar, lærarar og sálarfrøðingar, sum kunnu arbeiða saman í slíkum bólkum, tí royndirnar aðrastaðni við tílíkum eru jaligar.
Føroyingur áttu at granskað
Morten Carlsson hevði eisini eina framløgu eftir kaffisteðgin, har hann aftur nam við viðurskiftini hjá familjunum. Hann metti, at tað vera týdningarmikið at leggja dent á foreldraskeið og at kanna, hvørjir menningarmøguleikar eru í familjunum og at hugsa um viðusrskiftini hjá systkjum, ommum og abbum, tí hesi eru týðandi tilfeingi hjá familjum og tí, sum hevur autismu.
Morten Carlsson vísti eisini á, at loysnunarorðið í dag er miðspjaðing ella desentralisering. Hetta byrjaðu finnar við fyri nøkrum árum síðani. Síðani tóku norðmenn og danir við, og nú eiga føroyingar tørn.
Formaðurin í danska landsfelagnum greiddi frá, at tey høvdu spurt seg fyri hjá finnum um teirra royndir við hesum, og har brúkar finska landsfelagið seg brúka stóra orku til at ráðgeva familjum um, hvørja kommunu tey skulu flyta til fyri at fáa ta bestu hjálpina.
Í Noregi er tað ein stórur trupulleiki, at fakligi førleikin flytur, og í hesum sambandi segði Morten Carlsson seg stúra fyri gongdini í Føroyum, nú stuðlar verða uppsagdir, og legði eitt álvarsamt puha! afturat hesi ávaring.
Hann ráddi samstundis føroyingum til at halda fast við tann fakliga førleikan, føroyingar longu hava.
Gongdin í Danmark seinastu árini hevur víst, at fólk við autismu hava eitt sokallað hægri funktiónsstøði í dag enn fyri nøkrum árum síðani, og sjálvur væntaði Morten Carlsson, at sonur hansara fór at verða førur fyri at røkja eitt arbeiði tó við nakað av stuðli.
Harafturat legði hann dent á týdningin av einum vitanarmiðdepli, ið skipaði fyri útgávum og dokumentatión. Møguliga kundi hetta arbeiði farið fram í samstarvi við danska Center for autisme.
Somuleiðis nam danski formaðurin við, at nógvir granskingarpengar eru í umfari, tá talan er autismu, og m.a. hava íslendingar dugað væl at útvegað millónir av krónum til slíka gransking. Her kundu føroyingar eisini verið við, segði Morten Carlsson.