Tann konservativi andstøðuleiðarin í Grikkalandi, Antonis Samaras, krevur, at tann sosialistiski forsætisráðharrin, George Papandreou, skal leggja frá sær.
-Vit kunnu ikki loysa trupulleikar landsins, uttan at Papandreou fer frá, sigur Samaras sambært Reuters-tíðindastovuni.
Tað er ógreitt, um Samaras er sinnaður at fara upp í eina samgongustjórn við sosialistarnar, um Papandreou fer frá. Hann hevur tó sagt, at hann er sinnaður at viðvirka til eina aðra stjórn.