Nú frættist, at argentinski stjørnuspælarin hjá FC Barcelona, Lionel Messi skal verða til reiðar at skifta til ensku Premier League.
Enska blaðið "Daily Star" skrivar, at tað eru ákærurnar hjá sponsku skattamyndugleikunum ímóti Lionel Messi, sum birta uppundir, at Lionel Messi vil skifta spanskan fótbólt út við enskan fótbólt.
Sambært Daily Star liggja Arsenal, Chelsea og Manchester United framvið at tryggja sær undirskriftina hjá argentinska stjørnuspælaranum. Daily Star metir, at Arsenal er favorittur av hesum trimum feløgunum at tryggja sær undirskriftina hjá Messi.
Men tað verður sera dýrt hjá tí felagnum, sum ognar sær Messi. Messi fer sambært enska blaðnum at krevja eina vikuløn, sum svarar til seks miljónir krónur um vikuna í okkara peningi.
Lionel Messi hevur eisini ein sonevndan leyskeypingar-klausul, sum svarar til umleið 1,8 miljardir krónur í okkara peningi. So tað enska felagið, sum fær ein stóran ítróttarligan vinning við at tryggja sær undirskriftina hjá Messi tekur samstundis ein stóran fíggjarligan váða.