Kríggið hevur kostað 540 børnum lívið

- Flestu eru deyð av rakettum og dronum, sum raktu íbúðarøkir, sigur umboð fyri Red Barnet.

Síðan Russland leyp á Ukraina fyri stívliga hálvum øðrum ári siíða, hava í minsta lagi 540 børn latið lív.

 

Tað sigur hjálparfelagsskapurin, Red Barnet, sum leggur aftrat, at talið av deyðum og særdum børnum tilsamans í øllum førum er 1680.

 

Amjad Yamin, sum stendur á odda fyri arbeiðnum hjá Red Barnet í Ukraina, sigur, at flestu eru deyð av rakettum og dronum, sum raktu íbúðarøkir.

 

Sagt verður, at higartil í ár er tað serliga junimánaði, sum hevur kostað fleiri børnum lívið. Henda mánaðin lótu 12 børn lív, og 45 fingu løstir.

 

Størsta mannfallið av sivilfólk í Ukraina higartil í ár var annars í juli, tá 848 fólk lótu lív.

 

- Hetta er ein døpur áminning um, at vápn ikki eiga at vera brúkt í økjum, har sivilfólk búgva, eitt nú bygdum og býum, sigur Amjad Yamin.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.