– Kríggið vísir tørvin á einum radara í Føroyum

Danska stjórnin fær svar um radaran í næstu viku, um loyvi verður givið til at seta ein lofteftirlitradara upp í Føroyum

Tá amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, vitjaði í Danmark (Mynd: Ritzau Scanpix)

– Nú rokni eg við, at tey seinastu, sum longu ikki vóru fyri einum radara, hava skift meining.

 

Soleiðis sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú vit spyrja hann um hetta.

 

Hann sipar til støðuna í Ukraina, har Russland hevur gjørt innrás. Landsstýrismaðurin heldur, at innrásin vísir greitt, hvønn part av heiminum vit hoyra til - og tað er til vesturheimin við NATO og ES.

 

Lofteftirlitsradarin er nettupp eitt ynski frá NATO, sum hevur tørv á at kunna hava eftirlit við, um fremmand flogfør flúgva í økinum yvir Føroyum.

 

Í síðstu viku stongdi Danmark loftrúmið yvir Føroyum, Danmark og Grønlandi fyri russiskum flogførum, og tað er eisini í hesum sambandi, at vit spyrja landsstýrismannin um radaran í sambandi við aktuellu støðuna í dag.

 

– Man skal vera nokkso treiskur, um man heldur fast í, at vit ikki hava tørv á einum radara. Kríggið vísir tørvin, sigur Jenis av Rana.

 

Í komandi viku fer hann á fund við umboð fyri donsku stjórnina um radaran. Hann skal møtast við uttanríkisráðharranum, Jeppe Kofod, og verjumálaráðharranum, Morten Bødskov. Teir fara tá at fáa endaliga svarið frá Jenisi av Rana um, hvørt loyvi verður givið til at seta ein lofteftirlitsradara upp á Sornfelli ella ikki. Hvat svarið fer at bera brá av, mugu vit bíða við at hoyra til eftir fundin

 

– Eg kann bara siga, at svarið er grundað á ráðførsluna við Uttanlandsnevndina, sigur Jenis av Rana.

 

Tá amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, vitjaði í Danmark (Mynd: Ritzau Scanpix)