Hampafólk eru skakað av teirri viðferð, sum Jan Højgaard gav einum starvsmanni gjøgnum 35 ár við at blaka hann sum ein brotsmann úr starvinum uttan at ætla honum ta uppsagnarløn, sum hann átti rætt til. Hetta varð gjørt Jan Højgaard líkt við broti á øllum skrivaðum og óskrivaðum lógum og reglum.
Seinni noyddist nevndarmeirilutin kortini eftir hart trýst at ásanna, at uppsagnarlønina sluppu teir so ikki undan at gjalda.
Tá høvdu teir møguleika fyri í hvussu er at enda hetta mál eitt sindur virðisliga. Olaf hevði kortini ikki farið aftur til arbeiðis á FF. Tí kundu teir avmarka seg til at boða honum frá, at hann fekk uppsagnarløn, og annars eisini at takka honum fyri ta tíð, hann hevur tænt fiskimonnum!
Men soleiðis spælir klaverið ikki á FF. Kann nevndarmeirilutin ikki nýta tann óndasta háttin, so skulu teir nýta tann næstóndasta.
Nú skuldi burturvísingin avloysast av eini uppsøgn við nýggjum grundgevingum. Tað var framvegis umráðandi, at tað skuldi setast ivi um heiðurligheitina á Olafi.
Tað var ikki nokk við tað. Morgunin eftir, at boðað var frá uppsøgnini, kemur eitt tíðindaskriv frá Fiskimannafelagnum, sum tann heiðurligi minnilutin í nevndini sum vanligt einki visti um. Her var enn eitt spark til tann nú uppsagda Olaf, sum verður sagdur at hava framt “grov tænastubrot.”
Hetta er ein seinasta roynd at ærumeiða mannin. Men samstundis kemur Jan Højgaard saman við sínum sameindu enn eina ferð at avdúka sína ræðuligu muru.
Hetta minnir eitt sindur um kvinnuna í Iran, sum skuldi steinast til deyða. Eftir mong mótmæli góðtók iranska stjórnin at vísa “mildleika.” Nú skuldi kvinnan “bert” heingjast!!
Hetta er sami “mildleiki” sjálvútnevndi næstformaðurin í FF, Sámal Poulsen úr Sandvík, boðaði frá í Degi og Viku!
Watergate á fiskimannafelagnum?
Tað er nóg mikið at vísa óhugnan í hesum máli við bert at lýsa eitt av Olafsa “grovu tænastubrotum.”
Her verður sagt, at “at tú lat óviðkomandi persóni lykilin til skrivstovu felagsins, soleiðis at hesin persónur fekk høvi til at sletta tað, sum stóð á teldu felagsins.”
Málið lýsir Jan Højgaard á sínum Facebook- profili soleiðis:
“Tad var eitt innbrot á skrivatovu mína 3 feb 2007. Eitt sokallad watergate. Har tilfard hjá FF bleiv burturbeint
Tad var leygardagur, so vidkomandi hevdi nokk ikki vænta meg har, men eg tók hann uppá ferskan gerning.”
Hevði hetta verið rætt, hevði tað enntá verið orsøk fyri burturvísing.
Beinleiðis og tilætlað falsan
Tað, sum er aftanfyri hesa søgu, er fylgjandi:
Tá ið eg fór av fiskimannafelagnum 31. januar 2007, hevði eg sjálvsagt rætt til at fáa við mær tað tilfar, sum eg átti á skrivstovuni.
Av hesum var nógv tilfar á teldu. Hetta kundi eg av praktiskum orsøkum ikki fáa við mær sama dag. Tískil bað eg teldukønan mann, sum í fleiri ár hevur verið í starvi hjá fiskimannafelagnum við uppseting av FF-blaðnum og øðrum uppgávum, og sum tí heilt lógliga hevði lykil til skrivstovuna, um at kopiera mítt tilfar.
Hetta tók fleiri tímar og varð gjørt í tí fylgjandi vikuskiftinum fyri ikki at órógva nakran.
Jan Højgaard kom framvið, meðan hetta varð gjørt. Hann fekk at vita, hvørji ørindini vóru. Hann var so findarblíður og bað enntá viðkomandi heilsa mær! Síðan fór Jan Højgaard víðari, og maðurin gjørdi arbeiðið liðugt.
Og nú pentar hann hesa søgu saman nærum fýra ár seinni fyri at skaða ein ósekan starvsmann.
Eg kundi saktans mín seinasta dag á FF tikið við mær úr telduni hetta tilfar, sum var mín persónliga ogn, sum t.d. alt tilfarið hjá FF-blaðið, har eg var blaðstjóri. Men so hevði einki ligið eftir á FF. Tað hevði ongin kunnað sagt nakað um. Men tí hevði eg ongan áhuga í.
Hetta merkir, at tað er ikki eitt komma slettað. Jan Højgaard hevur nú heldur ikki førleika fyri at meta um tað hevði verið gjørt.
Tað tilfar, sum liggur eftir, kundi við skili saktans verið felagnum at gagni. Sum til dømis ein hópur av fiskimannasøgu.
Tað, sum veruliga hendi undir hesum “innbroti” var, at eg gjørdi FF tann beina, at lata felagið hava mítt teldutøka tilfar.
Burtursæð frá tí, at hetta var so regluligt og rímiligt, sum tað kundi vera, hevði Olaf einki við hetta at gera.
Hevnd uttan náði
Fólk mugu sjálvsagt halda, at tá enntá eitt fakfelag fer soleiðis við einum starvsfólki, so má vera “okkurt,” sum liggur til grund. Men, sum tað sæst her, er talan um eina regulera falsan, og tí fellur henda grundgevingin, sjálvsagt saman við øllum hinum ákærunum, fullkomiliga burtur. Veruleikin er, at her er “einki.”
Men sannleikin kemur nokk fram í greinini í Dimmalætting. Her sigur Jan Højgaard, at tað sum nú ræður um er at fáa teir menn úr nevndini, sum eru skilagóðir, heiðurligir, og sum loyva sær at vera ímóti ørskapinum hjá Jan Højgaard. Tað man vera av somu grund, at Olaf skuldi burtur.
Allar hesar menn havi eg samstarvað saman við í mong ár við stórum úrslitum fyri fiskimenn.
Vit vóru ikki altíð samdir, men Jan Højgaard vil bert hava fólk um seg, sum treytaleyst dansa eftir hansara pípu, so hann kann halda áfram við sínum destuktiva virksemi. Tað er áhugavert, at allar teir vánaligu eginleikar, Jan Højgaard sigur onnur hava, hevur hann sjálvur í ríkt mát.
Nú er tað spurningurin um fiskimenn vilja fara í sama pottin.
Hetta uppsagnarmál er bert eitt av mongum dømum um, at drívmegin hjá Jan Højgaard er ein trongd til at hevna seg inn innbiltar “fíggindar”.
Alt tað, sum Jan Højgaard greiðir frá um hetta mál, sum t.d. skemtiliga “watergatesøgan”, er bert nakað, sum bert er hent inni í hansara døkka hugaheimi.
Slík fólk kunnu gerast vandamikil, tá tey fáa vald. Tá føla tey seg púra óheft av reglum og lógum, sum vit hava sæð nógv dømi um, eisini í hesum máli.
Hetta vald skal so nýtast til at hevna seg inn á tey, sum vikomandi hevur vald á, og serliga tey, sum eru mest sárbar. Tað er hetta, sum er hent í hesum málinum móti manni við lívshóttandi sjúku, men sum kortini var arbeiðsførur og eitt aktiv hjá felagnum.
Tað verður enntá gjørdur størst møguligur ómakur at skaða mannin og hansara umdømi fyri at oyðileggja tað lív, hann eigur eftir.
Henda mannagongdin er snøgt sagt andstyggilig. Tað sama kann sigast um tey, sum standa aftanfyri!!
“Stuðulspedagogarnir” eins stóra ábyrgd
Nógv spyrja, hvussu slíkt kann henda. Tað er nevniliga greitt, at Jan Højgaard einsamallur hevur ikki mentalan førleika at gera nakað sum helst.
Fyrst og fremst er hann eggjaður av fiskimonnum, sum t.d. á landsfundum hava bakkað hansara lógarbrot upp, og sum á Facebook og portalum hava stuðlað hansara framferð. Sjálvsagt eru nógvir reiðuligir fiskimenn, men hesir muna opinbart ikki móti øllum hinum.
Endurtøkan úr Facebook profilinum hjá Jan Højgaard lýsir hansara skrivikynstur. Hann kann ikki skriva ein setning uttan villur.
Nógv av teirri øru skriving, sum Jan Højgaard leggur navn til, er rætt stavað. Hetta merkir, at hann hevur “stuðulspedagogar”, sum fyri gjaldi gera skitna arbeiðið fyri hann.
Spurningurin er so, hvør tað er , sum er ókritiskur pennaførari fyri ein mann, sum ferð eftir ferð hevur víst, at hann ikki kennir mun á sannleika og ósannleika. Hann er nærum ikki enn “tikin” fyri at siga satt!
Og so at festa á blað slíka falska skuldseting um “teldustuldurin”, sum tað er øll grund til at ivast í rættleikanum av! Rætta søgan um hetta mál kundi komið fram við bert eini telefonsamrøðu.
Tað mátti verið meira virðiligt fyri ein “pennaførara,” at fáa sín klient frá slíkari mannagongd.
Stuðlar Samtak eisini óndskap?
Tað var vælgerandi at hoyra Gunnleiv Dalsgarð ógvast í Degi og Viku um framferðina hjá Jan Højgaard, hóast hann ikki visti, at mannagongdin var nógv fúlari, enn hann ánaði.
Men hinvegin var tað sera avdúkandi at hoyra samskiparan í Samtak siga seg stuðla Jan Højgaard , Sámal Poulsen, Andreas Berglíð og Sniálv Røvilsberg. Bert tað, at teir kunnu stinga í bakið ein mann, sum teir hava kent gjøgnum nógv ár, sigur nóg mikið um teir og teirra stuðlar.
IQ-støðið á hennara andsfeløgum verður væl lýst av Sámali Poulsen, tá hann í sjónvarpinum váttaði, at hann eftir síni mongu ár í fakfelagsarbeiði ikki kendi munin á “burturvísing” og “uppsøgn,” og tá hann segði nakað so, at “tað er ikki altíð man hugsar so nógv.” Ja, mon ikki!
Tað var frammanundan gruni um, at samskiparin eigur sín virkna leiklut í hesi skemdargerð. Nú váttaði hon tað sjálv! Tað eru nógv fólk sum eru skakað um tað. Men hvat siga egentliga limirnir í Samtak?
Og hvat sigur religiøsa/politiska baklandið, sum fyri kortum lýsti Jan Højgaard til at vera ein av sínum “profilum.”
Tey allarflestu av teimum eru heiðurlig fólk. Men hvussu kunnu fólk tiga, tá ið tey síggja, hvussu ein bólkur av fólki uttan grund miðvíst kann fremja slíkan yvirgang móti einum medmenniskja?
Tað skal eingin ivi vera um, at slíka tøgn tekur ein “typa” sum Jan Højgaard sum stuðul.
Tað er eingin ivi um, at tann sum “onga viðmerking” hevur til eitt slíkt mál, stuðlar umrøddu framferð!