P.D. James the grand old lady of crime er ikki til at steðga. Og enn einaferð hevur hennara nýggjasta krimisøga alt, ein Adam Dagliesh fjeppari kann ynskja sær. Í The Lighthouse hava hendingarnar flutt seg úr London, út á oynna Combe Island beint uttanfyri Cornwall, har kend fólk leita sær skjól fyri pressuni. Talið á føstum íbúgvum á oynni er avmarkað og trygdin er í hásæti. Tess meir skelkandi er tað, tá ein týdningarmikil persónur verður funnin dripin á oynni.
Av tí at morðið kann fáa politiskar avleiðingar, má uppkláringin leggjast í hendurnar á ovastu leiðsluni í løgregluni. Inn kemur Commander Adam Dagliesh og hansara lítla serlið av dugnaligum detektivum, hvørs veikleikar og styrkir verða hegnisliga lýstir av høvundanum, sum er til staðar allastaðni.
Sum altíð hjá P.D. James er morðið og fyri tann skuld eisini uppkláringin bara ein síðusøga, sum skal dríva veruligu søguna frameftir. Tað, sum hevur minst líka stóran áhuga, eru mannalagnurnar, sum av onkrari orsøk hava leitað sær skjól á hesi oynni, sum høvundurin hevur uppfunnið til høvið. P.D. James er ein sannur meistari í at avúka hesar lagnur gjøgnum avhoyringarnar hjá Dagliesh, sum ikki er vorðin minni sjarmerandi arrogantur og gløggur við árunum.