Kringvarp fór um egið mark

Tað var tann tíð, tá sen­s­ur­ur­in í Útvarpinum var strang­ari, enn hann er í dag. Í á­hug­a­verdu sendingini hjá Suna Merkistein um før­oysku tónleikasøguna, fór Kring­varp­ið hóskvøldið um egin gom­ul mørk, tá tey vístu Ann­iku Hoydal spillnakna.

Tað vardi bert í 13 sekund - og tað var meðan Harkaliðið sang »Lisa eitur genta mín« og Annika sang linjuna »...ljótt er at gera tað...«

Beint frammanundan varð tosað um sangin »Fimtan ár« hjá Gunnari Hoydal, sum í síni tíð var »øðiliga ljótur«, tí hann var um gentuna, sum bún­aðist til kvinnu: »Tá eg var fjúrtan, fór okkurt í mær at kitla«.

Hóast vit hava hugt at sendingini aftur, so síggja vit ikki ordiliga samanhangin við at vísa Anniku Hoydal nakna í eini slíkari sending, men vit gita, at senan er úr filminum hjá Peter Rafn frá 1975, »Violer er blå«, har Ann­ika Hoy­dal hevði leik­lut­in sum tann bi­seks­u­e­lla Su­z­anne, og vit gita eisini, at sang­ir­nir »Fimtan ár« og »Lisa eitur genta mín«, hava beint tankarnar hjá Suna Merk­istein á nakinsenuna hjá Anniku Hoydal í »Violer er blå«.

Soleiðis fer tíðin við okk­um øllum...