- Kringvarpið eigur at verða býtt í tvey

Í dag skal Løgtingið viðgerða spurningin um at býta tíðindadeildina í Kringvarpinum í tvey.

- Útvarp og Sjónvarp vórðu løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, um heystið 2004, og í mai 2006 fingu vit galdandi kringvarpslóg. Heilt frá byrjanini varð gjørt greitt, at samanleggingin ikki fór at hava við sær, at tíðindadeildirnar vórðu lagdar saman. Greitt og týðiliga varð sagt, at fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindatænastuni skuldu framvegis vera tvær tíðindadeildir, sum arbeiddu óheftar av hvørji aðrari. Og longu í lógaruppskotinum um sjálva samanleggingina, sum í oktober 2004 varð lagt fyri tingið, varð boðað frá, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindadeildir, og sagt varð í uppskotinum: “Samanleggingin fer ikki at hava við sær, at tíðindaredaksjónirnar verða lagdar saman. Til tess at tryggja fjølbroytni í tíðindatænastuni verða tíðindaredaksjónirnar at virka sum nú og óheftar av hvørjari aðrari.”

 

 

 

Soleiðis skrivar Jógvan á Lakjuni, tingmaður, sum hevur lagt hetta uppskotið fram um at sundurskilja útvarp og sjónvarp í Kringvarpinum. Hann vísir á, at tá ið útvarp og sjónvarp varð lagt saman, vóru greiðar orðingar um, hvussu hetta skuldi virkað, men hetta bleiv ikki so, sum ætlað var, sigur tingmaðurin. 

 

 

- Tá ið nýggj kringvarpslóg so varð gjørd, varð dentur lagdur á hetta, og í § 6, stk. 2 bleiv sett: “Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so, at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaeindir.” Og í viðmerkingunum til hesa grein varð sagt: “Í stk. 2 verður ásett, at tað er stjórin, ið ger stovnsbygnaðin. Einasta avmarking er, at álagt verður stjóranum at tryggja, at stovnurin hevur tvær tíðindaeindir. Orsøkin til ásetingina um tvær tíðindaeindir er kappingarfyrilit.”, skrivar Jógvan á Lakuni, sum tó vísir á, at tað ikki bleiv, sum ætlað. 

 

 

- Longu tann 1. oktober 2008 varð nýggjur leiðslubygnaður settur í verk og ein tíðindaleiðari settur bæði fyri útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at "tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir" varð broytt til "tvær tíðindaredaktiónir". Sagt varð, at nú skuldi talan vera um redaktiónir, ikki um tvær tíðindadeildir, og orðið “sjálvstøðugar” varð tikið burtur. Tó bleiv viðmerkt, at dentur skuldi leggjast á fjølbroytni, og tað skuldi tryggjast við at seta eina orðing í public service-sáttmálan, at í minsta lagi tvær tíðindaredaktiónir (ein fyri útvarpsmiðilin og ein fyri sjónvarpsmiðilin) skuldu virka óheftar av hvørji aðrari, skrivar Jógvan á Lakjuni í lógaruppskotinum. Endamálið við uppskotinum, sum Løgtingið skal atkvøða um í dag, er at fara aftur til ta upprunaligu ætlanina.

 

 

- Tað er spell, at tað bert bleiv ein tíðindadeild, og tað er týðiligt, at verandi tíðindaredaktiónir ikki hava virkað óheftar av hvørji aðrari. Tað er sera týdningarmikið, at tíðindaflutningurin er fjøltáttaður, at føroysku samfelags- viðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, at tíðindi og annað tilfar verða tikin upp á fleiri støðum, sum ikki hava samband sínámillum, og at verulig kapping er á økinum, skrivar Jógvan á Lakjuni, sum samstundis metir tað trupult at spáa um fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum, men hann heldur tó, at tað ivaleyst verður brúk fyri nøkrum starvsfólkum aftrat. 

 

 

Vilja eftirmeta samanleggingina

Tað er tó lítið sum bendir á, at uppskotið verður samtykt. Í álitinum frá Mentanarnevndini stendur, at meirilutin, sum eru Hanna Jensen, Kristianna W. Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johannesen eru samdur í, at tað kann vera skilagott at eftirmeta samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi og spurningin um talið av sjálvstøðugum tíðindadeildum.

 

 

- Undir hoyringini er komið fram, at fleiri hugskot eru um, hvussu størri fjølbroytni kann skapast í almenna Public Service miðlinum, eitt nú at gera tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir, antin sum útvarp og sjónvarp ella sum tvær tíðindadeildir, sum bæði fevna um útvarp og sjónvarp. Eisini tala summi fyri eini nýggjari almennari útvarpsrás. Tað er komið fram, at landsstýrismaðurin ætlar at samskifta við Kringvarp Føroya um málið, og at hann miðar ímóti at viðgera Public Service, dygd, fjølbroytni og aðrar tættir við politisku skipanina í næstum, skrivar meirilutin. Tí siga tey, at av tí at innihaldið í uppskotinum er ein partur av einum størri arbeiði við miðlum í Føroyum, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera, tekur nevndin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

 

 

 

Minnilutin, sum eru Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsøe vísa í álitinum á, at Kringvarp Føroya er betur fyri fíggjarliga enn nakrantíð. Inntøkurnar í 2018 verða einar 11 mió. kr. hægri, enn tær vóru í 2015, skriva teir og siga, at tíðin er tí sanniliga komin at fara aftur til ta skipan, sum samtykt varð, tá ið útvarp og sjónvarp vórðu løgd saman: at hava tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir.

 

 

- Hetta er alneyðugt fyri at fáa størri fjølbroytni og ikki minst óheftni inn í tíðindaflutningin í landinum. Haraftrat heldur minnilutin at álagt eigur at verða Kringvarpinum at hava redaktiónir kring landið. Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, skrivar minnilutin í álitinum.