Kringvarpið er statsstýrt heilavask

– Vit kunnu velja at vaska skommina av okkum og avtaka hetta totalt óneyðuga kringvarpsgjaldið, áðrenn komandi ættarlið flennandi og speirekandi varpa tað á sama staðið, har kommunisman og hennara totaliteru líka endaðu.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum eisini er limur í Løgtingsins rættarnevnd leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal siga síni sjónarmið um Kringvarp Føroya, tí tey í Miðflokkinum eru av teirri fatan, at rætturin til frælsi eisini fevnir um rættin til sjálvur at gera av, hvørjum tú hyggur at, lurtar eftir ella lesur.

– Tí eigur tvungna kringvarpsgjaldið at verða tikið av her og nú! Hetta mentanarliga formyndaríið, har politiski myndugleikin tvangsútskrivar rokningar til hvønn einasta føroying og letur peningin í hendurnar á tilvildarligum tíðindafólkum at gera við, sum teimum hóvar, eigur at steðga, sigur Jenis av Rana í sínum viðmerkingum.

– Tíðin fór frá statsriknu eystureuropeisku kommunistisku skipanunum, tíðin er eisini fyri langari tíð síðani farin frá sokallaðu Public Service skipanini, sum ikki er annað enn vælkamuflerað statsstýrt heilavask!

Jenis av Rana vísir á, at unga ættarliðið langtsíðani er komið forbí tað at frætta tíðindi frá Kringvaprinum.

– Skjótari enn eldra ættarliðið megnar at hugsa, finna tey á netinum dagsaktuel tíðindi frá øllum heiminum og kunna seg um, hvat alheimsvísindin hevur funnið fram til um eitthvørt evni, tey í løtuni arbeiða við. Útvarpið – hvat er tað, spyrja tey, og sjónvarp er í teirra verð í fleirtali og sendir á enskum, sigur Jenis av Rana.