Ítróttur
Síðani á heysti 2005 hevur kuril verið á tráðnum millum Kringvarpið og ÍSF. Í oktober mánaði ta ferðina skrivaðu vit, at vandi var fyri, at ítrótturin kundi hvørva úr Kringvarpinum, tí Kringvarpið noktaði at geva seg undir treytirnar hjá ÍSF. Hetta tí ÍSF vildi hava staðfesta í nýggjan sáttmála, at Kringvarpið bindur seg til at nýta sponsor-nøvn, tá kappingar bera hesi. Eitt nú við Sunset-kappingini, Atlantic Airways-kappingini, Formula-deildini v.m.
Eftir drúgvar samráðingar endaði trætan ta ferðina við eini orðing, har Kringvarpið sigur seg vilja nýta hesi heiti, í tann mun hesi eru »hóskilig og náttúrlig«, sum tikið varð til.
»Hóskiligt og náttúrligt« var tað tó ikki í eins stóran mun, sum ítrótturin ynskti tað, og tí vildi ÍSF hava orðingina strammaða upp, tá nýggjur sáttmáli skuldi gerast ístaðin fyri tann, sum gekk út 31. desember í fjør.
Fleiri samráðingar hava verið á skránni, men seinasta vikuskiftið fleyt bikarið yvir hjá ÍSF, sum sendi skriv til Kringvarpið, har tað varð staðfest, at sáttmálin varð sagdur upp frá 15. desember at rokna.
Í skrivinum staðfesti ÍSF, at tað vóru fleiri viðurskifti, sum partarnir ikki vóru samdir um, men hetta tykist nú byggja á eina misskiljing. Í øllum førum segði Kringvarpsstjórin við Sosialin, at sær kunnugt snúi stríðið seg bert um tí einu regluna, og hetta varð meira ella minni váttað av ÍSF fríggjadagin.
Tá høvdu partarnir nevnliga fund, og tó at hesin ikki gava nakran endaligan sáttmála, so samdust partarnir um at halda gongd í samráðingunum, og tí verður enn virkað eftir sáttmálanum, sum gekk út í fjør.
Sami knútur
Tað nertir tó ikki tann veruleika, at gordiski knúturin í samráðingunum er nýtsla av sponsornøvnum. Higar til siga báðir partar hava givið seg heilt nógv, men fyri báðar tykist spurningurin um sponsor-nøvn at vera kardinalpunktið. Hetta tí ÍSF vil tryggja sær, at nøvnini altíð verða nevnd, meðan Kringvarpið hinvegin sigur, at ein slík áseting er beinleiðis í stríð við Kringvarpslógina. Hetta tí lógin ásetur, at greiður skilnaður skal vera millum redaktionelt innihald og lýsingar.
Eftir øllum at døma, so er stóri trupulleikin í hesum, at ÍSF sum so ikki hevur nakran blanko-kekk við til samráðingarnar. Talan er nevnliga um høvuðssáttmála, sum hvørt sersamband í sínum lagi síðani skal góðkenna. Við øðrum orðum vil tað siga, at hóast ÍSF og Kringvarpið gera nýggjan sáttmála, so gevur hesin ikki av sær sjálvum rættindi at senda frá øllum ítróttatiltøkum.
Ein hugsandi støða er, at ÍSF góðkennir verandi orðingina hjá Kringvarpinum, men at ávís sersambond ikki gera tað. Við øðrum orðum kann felagsskapurin tá koma í ta støðu, at ein sáttmáli er undirskrivaður við Kringvarpið, men at Kringvarpið als ikki fær ta avtalu, sum roknað varð við.
Fyribils er hóttanin um at taka ítróttin úr Kringvarpinum tó slept. Men knúturin er altso enn tann sami, nú partarnir aftur hava avtalað at sessast við samráðingarborðið.