Kringvarpið ger mun á politiskum flokkum

- Álvaratos, her ruggar ikki rætt. Øll munnu síggja, hvussu KVF ger mun á politiskum flokkum.


Tað er niðurstøðan hjá Edmundi Joensen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, eftir at Kringvarpið seinastu dagarnar hevur viðgjørt landsfundirnar hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, ið hava verið í Klaksvík um vikuskiftið.


Tað er fallið tingmanninum fyri bróstið, at tá Sambandsflokkurin hevði landsfund fyrr í ár, so var lítið og einki gjørt burtur úr fundinum í tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum, men eftir at teir báðir stjórnarflokkarnir høvdu fund um vikuskiftið, hava fleiri søgur verið at hoyrt í almenna kringvarpinum.


Í lesarabrævi skrivar tingmaðurin, at hetta er at gera mun á politiskum flokkum og heitir hann tí á kringvarpsstjóran at gera nakað við málið.


Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevur, eina stóra uppgávu at taka sær av. Slagsíðan er stór, og tá ið tíðindafólk ikki duga at síggja tað, má stjórin traðka til og tryggja, at munur ikki verður gjørdur á politiskum flokkum, skrivar Edmund Joensen.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Edmund Joensen við at trýsta á her.