Kringvarpið hevur ov stórt vald

Rás 2: Øssur Winthereig óttast, at Kringvarpið skal gerast ein forðing móti einum sonnum fólkaræði í Føroyum

Jógvan á Lakjuni hevur lagt fram eitt uppskot um at skilja sundur tíðindadeildirnar í Kringvarpinum sundur, so at útvarp og sjónvarp fáa tvær sjálvstøðugar redaktiónir.

 

- Eg taki undir við uppskotinum, tí eg var av fyrstan tíð ímóti at leggja tíðindadeildirnar saman, sigur Øssur Winthereig, tíðindamaður, sum heldur, at royndirnar av samlaða Kringvarpinum ikki hava verið tær bestu.

 

Eftir hansara tykki hava vit nú fingið ein mastodont í føroyska tíðindaheiminum, sum fyllir ein stóran part av teimum tíðindunum sum koma út.

- Eg haldi ikki, hetta er ein fyrimunur fyri fólkaræði. Uppskotið er eitt fet á rættari leið, men eg haldi ikki hetta er nóg mikið, sigur hann.

 

Hann skjýtur upp, at eitt útvarp verður sett á stovn afturat, sum fær ein part av kringvarpsgjaldinum. Hann vísir á, at útvarp er ikki so dýrt at gera og at føroyingar enn eru trúgvir útvarpslurtarar.

- Fyri mær er tað so umráðandi, at tað ikki bara er ein stórur mastodontur, sum situr á øllum, tí tá veksa øll hugskotini úr sama jørðildi, úr somu høvdum, innanfyri somu múrar, sigur hann.

 

- Tá Kringvarpið veðrur so stórt og fyllir so nógv og situr á øllum pengunum, kann gera samfelagið meiri ódemokratiskt, tá verður tað Pravdakent, situr á øllum og avger alt, sigur hann og samanber við tá ITV bleiv stovnað í kapping við BBC í Onglandi og TV2 í kapping við DR í Danmark.

- Eg haldi, at vit skulu eisini koma hartil, at vit mugu geva Kringvarpinum eitt ordiligt mótsvar, ikki bara við at deila upp í tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir, men við at gera eitt útvarp við síðunar av, sigur Øssur Winthereig.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna sum Árni Gregersen gjørdi við Øssur Winthereig á Rás 2.