Kringvarpið livdi ikki upp til sína skyldu

Tað er ikki bara starvsnevndin hjá NSÍ, Nes sóknar Ítróttafelag, sum krevur umbering fyri tíðindasendingina hjá Kringvarpinum á døgurða í dag. Tað ger B36, sum skal leika á útivølli móti NSÍ sunnudagin, eisini. Felagið heldur, at tað hevði sømt seg, um almenna Kringvarpið kom við eini umbering fyri hesi tíðindi.

Nevndin í B36 vísir í almennum skrivi á, at í tíðindunum á døgurða í dag varð ført fram, at FSF í løtuni umrøður møguleikan fyri avtalaðum spæli millum NSÍ og B36 undan dystinum í 26. umfari av Vodafone-deildini. Hetta tí, at tað er fíggjarligur fyrimunur fyri NSÍ, um meistaraheitið endar hjá B36 heldur enn hjá EB/Streymi.

- Eitt er, at slatur og illgitingar altíð vilja koma, tá støðan á stigatalvuni er, sum hon er í løtuni. Men tað er ikki uppgávan hjá Kringvarpinum at borðreiða við slatur og sleygi. Vit halda tað vera púra ófatiligt, at redaktiónin í Kringvarpinum seriøst kann seta seg at viðgera slíkt mál. Sum vit hava skilt, eru útsøgnin hjá aðalskrivaranum í FSF meira ella minni misnýtt í hesum.

Virgar Hvibroe, aðalskrivari, sigur við B36, at FSF hevur fult álit á, at bæði feløg og spælarar virða fair-play andan í fótbólti. Hinvegin hevur hann yvir fyri Kringvarpinum víst á, at FSF sjálvandi hevur eina eftirlitsskyldu, og at hendan sjálvandi eisini er galdandi nú í 26. umfari, eins og hon er tað í øllum hinum umførunum.

Hartil váttar aðalskrivarin, sigur B36, at tey hava fingið onkrar fyrispurningar um konkreta málið, men at tað ikki er rætt, tá tað í Kringvarpinum verður ført fram, at FSF í løtuni viðger hetta sum eitt ítøkiligt mál.

B36 heldur, at tíðindini í Kringvarpinum vóru ein ótrúlig niðurgering av tí arbeiði, sum verður gjørt, bæði í B36 og NSÍ, har spælarar, venjarar og felag síðani tíðliga í vár hava arbeitt seriøst við øllum tí, sum hoyrir einum kappingarári til.

- Tíðindini reisa beinleiðis ákæru móti B36 og NSÍ, og tað er groft brot á góðan fjølmiðlasið, tá ákæra verður reist, uttan at tann ákærdi sleppur at svara, sigur B36 sum heldur, at Kringvarpið í hesum máli ikki hevur livað upp til sína skyldu.

Tí væntar B36 sær nú eina treytaleysa umbering frá Kringvarpinum.