Politiska skipanin hevur gjørt av, at sjónvarpið og útvarpið skulu vera ein og sami stovnur. Orsøkin til kravið var m.a. at á henda hátt fekst meira fyri pengarnar.
Men samstundis varð kravt, at tíðindadeildirnar í sjónvarpi og útvarpi skulu vera fullkomiliga skildar sundur. Deildirnar skulu virka, sum um talan framvegis var um tveir stovnar í sínámillum kapping.
Stovnurin skal altso fyrst leggjast saman - men síðani spennast niður í spagat. Hann skal vera saman og sundur í senn. Bæði samstarva og kappast. Ímóti sær sjálvum.
Tann, sum kennir eitt sindur til organisatiónsteori veit, at hetta ikki ber til. Var talan um tíðindadeildir við 15 fólkum í hvørjari, so kanska. Men ikki í Kringvarpi Føroya.
Men nú verður so kravt, at skilnaðurin verður framdur í verki. Hvør verður avleiðingin?
Endursending
Well, latið okkum hugsað okkum tíðindini ein tilvildarligan dag:
Ein lastbilur hjá Føroya Bjór er koppaður, fullur av øli.
Eik leggur fram hálvársroknskap.
Áhugabólkur leggur fram tilmæli um sjóvarfalsorku.
Innanhýsis stríð er í samgonguni um fiskivinnupolitikk.
Ein føroyingur er komin í finaluna í danskari sangkapping.
EB-Streymur keypir leikara úr HB.
Málningur hjá Mikinesi verður seldur fyri metprís.
Í útvarpinum sita tveir journalistar henda dagin. Teir hava bara nakrar tímar at gera tíðindasendingina hetta kvøldið, og valið fellur á tað, sum er lætt og skjótt: Bilin hjá Føroya Bjór, donsku sangkappingina, málningin hjá Mikinesi og leikaran hjá EB-Streymi.
Í Sjónvarpinum sita eisini tveir journalistar henda dagin. Teir semjast eisini um at gera fýra innsløg: Eitt um bilin hjá Føroya Bjór, eitt um donsku sangkappingina, eitt um málningin hjá Mikinesi og eitt um leikaran hjá EB-Streymi.
Hetta er sjálvandi ikki optimalt. Fólk gjalda fyri at fáa somu vøru tvær ferðir.
Skilabetri hevði verið, um arbeiðið kundi samskipast. Sjónvarpið skuldi fortalt fólki tað, sum læt seg fortelja í myndum. Og útvarpið skuldi fortalt fólki tey tíðindini, har myndirnar ikki vóru avgerandi. Miðlarnir skuldu verið nýttir optimalt.
Men løgtingsins vilji er, at tað skulu teir ikki. Arbeiðið skal ikki kunna samskipast.
Fær løgtingið sín vilja, verður eitt av úrslitunum ein tíðindaflutningur, sum er munandi minni fjølbroyttur, enn hann kundi verið. Fólk fáa, snøgt sagt, minni fyri sítt kringvarpsgjald.
Einki umhvørvi
Men tað er ikki einasti vansin.
Fær løgtingið sín vilja, verður tað heldur ikki serliga spennandi at vera tíðindafólk á stovninum.
Øll fólk hava jú tørv á fakligum avbjóðingum og fakligum umhvørvi. Og tí verður ikki nógv av, um redaktiónirnar skulu vera skildar sundur. At sita sjálvur annar ella sjálvur triði í Vørðsluni og gera Dag & Viku, er neyvan serliga spennandi í longdini.
Kunnu tíðindafólk skifta millum miðlarnar, arbeiða saman við ymiskum fólki og gera ymisk sløg av sendingum, verður arbeiðsplássið sjálvandi nógv meira spennandi.
Og eisini tað ger, at fólk fáa meira fyri kringvarpsgjaldið.
Ymisk sjónarhorn
Grundgevingin fyri kravinum um at tíðindadeildirnar skulu vera skildar sundur er, at hetta skal forða fyri, at bert eitt sjónarhorn í einum máli verður lýst.
Men hetta byggir á eina grundleggjandi misskiljing. Tí tað er ikki leiðarin sum ger av, hvussu eitt mál verður lýst. Tað er journalisturin. Hann ger kanska eitt upplegg í samstarvi við ein redaktør - men journalistarnir skiftast um at vera redaktørar.
At hava tíðindadeildirnar skildar sundur tryggjar yvirhøvur ikki, at fjølbroytni verður størri. Tað er øvut. Úrslitið verður, at útvarpið og sjónvarpið fara at gera tað sama. Fólk fáa somu tíðindi tvær ferðir. Fjølbroytni verður minni.
Stjóri - samskipari
Helena Dam á Neystabø hevur lovað, at hon fer at leggja ein public-service sáttmála fyri tingið henda mánaðin.
Tá verða øll viðurskifti viðvíkjandi Kringvarpinum endavend - eisini spurningurin um tíðindadeildirnar.
Vónandi verður tá borið so í bandi, at tíðindatænastan í sjón- og útvarpi kann samskipast soleiðis, at hyggjarin fær sum mest av bæði góðsku og fjølbroytni. Hetta er ikki eitt flokspolitiskt mál , og eg veit, at tingfólk úr fleiri flokkum eru sinnað at gera hesa broyting.
Men samstundis má gerast púra greitt, at tíðindastjórin bert skal samskipa arbeiðið. Hann má ikki kunna blokkera fyri at mál verða tikin upp, og heldur ikki ávirka, hvussu mál verða viðgjørd.
Soleiðis skapa vit karmar um eina óhefta tíðindatænastu í KVF, sum kann styrkjast og mennast.
At trýsta stovnin niður í spagat er at læsa hann fastan í eini skipan, sum hevur við sær eina veika og einoygda tíðindatænastu.