Og tá Karsten Hansen sigur: »Eg havi alla tíðina ført fram, at Miðflokkurin hevur ta støðu, at Kringvarpið skal einskiljast, og at sendingarnar skulu bjóðast út«, so passar tað heldur ikki sambært løgmanni.
Og tá Karsten Hansen sigur, at »á seinasta landsstýrisfundi varð semja um at landsstýrismaðurin skuldi kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpinum sum eina byrjan«, so passar tað heldur ikki ordliga – men eitt sindur, tí at landsstýrismaðurin kanna møguleikan fyri at útveita hesar tænastur...