- Fíggjarmálaráðið virðir niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni. Tí er tað ikki rætt, tá ið Kringvarp Føroya leggur Fíggjarmálaráðið undir at gera tað mótsatta. Hetta skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í kvøld.
Í tíðindaskrivinum, ið er sent klokkan 19.05, ákærir Fíggjarmálaráðið Kringvarp Føroya fyri at royna at ávirka viðgerðina av málinum, áðrenn nøkur niðurstøða fyriliggur.
- Við at føra fram ógrundaðar útsagnir um, at Fíggjarmálaráðið ikki virðir umboðsmannin og at leggja seg út í, hvussu Fíggjarmálaráðið eigur at viðgera málið, fer Kringvarp Føroya ov langt, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Málið, sum talan er um, er umsóknina hjá Kringvarpinum um at fáa innlit í CIP-sáttmálan. Tá Kringvarpið fekk innlit í sáttmálan, var so nógv strikað út, at sáttmálin var virðisleysur. Kringvarpið klagaði hetta til Løgtingsins Umboðsmann, sum bað Fíggjarmálaráðið um at taka málið upp av nýggjum. Og hesa avgerð er tað, at Fíggjarmálaráðið sigur seg virða.
Fíggjarmálaráðið sigur, at teir hava tikið áheitanina frá Løgtingsins umboðsmanni um at taka málið upp til nýggja viðgerð til eftirtektar, og at málið enn ikki er liðugt viðgjørt.
- Fíggjarmálaráðið boðaði klagara frá 3. novembur, at málið var tikið upp til nýggja viðgerð. Eftir ætlan fyriliggur uppafturtøkuavgerð annahvørt í hesari vikuni ella fyrst í aðru viku, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum greiðir frá, at Fíggjarmálaráðið vil ikki gera viðmerkingar til málið, meðan tað verður viðgjørt, tí hetta er ikki góður fyrisitingarsiður.