Kringvarpið sigur fleiri fólkum úr starvi

Kringvarpið skal spara fleiri milliónir og fíggjarliga grundarlagið er farið at ridla undir Kringvarpinum

Kringvarpið fer nú at siga fleiri fólkum úr starvið. Útreiðslurnar eru fleiri milliónir størri enn inntøkurnar og tískil mugu umfatandi sparingar setast í verk, boðar Kringvarpið frá í morgun.

 

Verða tiltøk ikki sett í verk, fer Kringvarpið at hava hall komandi árini. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hava við sær, at raksturin næsta ár fer at geva eitt undirskot upp á stívliga seks milliónir og verða sparingar ikki settar í verk, fer undirskotið at veksa hesi næstu árini, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. 

 

Framrokningar vísa, at inntøkurnar til virksemið minkar úr 79 milliónum í ár, niður í 74 milliónir í 2024. Tað eru serliga minkandi inntøkur frá gekkaspælinum, sum eru orsøkin

 

– Hesi seinastu árini hevur gekkaspælið fíggjað ein vaksandi part av virksemi og íløgum hjá KVF. Hetta hevur verið møguligt, tí Gekkurin onkur einstøk ár hevur givið óvanliga nógvar inntøkur, sum tað hevur verið møguligt at drýggja í fleiri ár. KVF hevur brúkt tiltakspeningin frá Gekkinum til serligar íløgur, til at keypa sendingar. og annað, men tær eru eisini brúkar til at rinda fyri vanligar lønar- og príshækkingar, um hesar ikki rúmast í øðrum inntøkum.

 

Inntøkurnar frá kringvarpsgjaldi hava ikki fylgt við sáttmálabundna lønarvøkstrinum, og hendan gongdin tykist ikki at broytast, heldur tvørturímóti. Tá ið inntøkan av gekkapengum samstundis minkar, ridlar fíggjarliga grundarlagið undir stovninum.

 

Við seinastu lønarsamráðingar hækkaðu lønirnar munandi og við óbroyttum virksemi væntast lønir, og aðrar útreiðslur. at vaksa úr 79 milliónum í ár upp í 85 milliónir í 2024. Vøksturin kemst av vanligum lønar- og prísvøkstri og avgerðini um, at KVF sjálvt skal fíggja allan tann føroyska partin av Savnsgull-verkætlanini.

 

– Støðan er ikki haldgóð, og Kringvarpið má tillaga virksemið fyri at minka rakstrarkostnaðin og fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur.  

 

 

 

Leiðslan hevur verið gjøgnum øll tølini í rakstrinum og tikið avgerð um at seta sparingar í verk fyri 2,5 milliónir. Hesar fevna í høvuðsheitum um at skerja framleiðslukostnaðin á ávísum sendingum, at færri sendingar verða keyptar, at útseta íløgur í tøkni. Harafturat verður neyðugt at spara aðrar 3,5 milliónir. við at skerja starvsfólkahópin 6,6 ársverk.

 

Leiðslan og kringvarpsstýrið hava sett sær fyri, at sparingarnar ikki skulu raka kjarnuøkir innan tíðindi, mentan og tilfar til børn og ung. Hetta tí, at sparingarnar mugu í minst møguligan mun tarna Kringvarpinum í at virka í einum umleypandi miðlaveruleika, har tað er stórur tørvur á álítandi miðlum og óheftum tíðindum, sigur Kringvarpið.

 

– Samstundis standa Føroyar framman fyri einari stórari mentanarligari avbjóðing, tí ovurstórar nøgdir av útlendskum films- og sjónvarpstilfari skola inn yvir okkum frá stóru, altjóða stroymingartænastunum. Tað ávirkar málførið og mentanina, og tí er neyðugt at framleiða dygdargott tilfar á føroyskum til børn og ung og at hava neyvar raðfestingar á mentanarøkinum.

 

Umboð fyri leiðsluna og kringvarpsstýrið gjørdu í mai landsstýrismannin varug við, at neyðugt er við tiltøkum fyri at framtíðartryggja KVF, soleiðis at stovnurin í framtíðini megnar at lyfta kjarnuuppgávurnar.

 

Sum skilst fer landsstýrismaðurin at gera broytingar í kringvarpslógini í heyst. Tó er ikki greitt enn, hvørjar broytingar eru í væntu, sigur Kringvarpið.