Er nakað stýrið í Kringvarpinum í dag ella ikki? Tað er ein spurningur, sum tekur seg upp, nú vit skriva 3. januar 2019 og eingin fráboðan er komin um eitt nýtt Kringvarpsstýrið. Tí sambært lógini fyri Kringvarpið er tað soleiðis, at eitt stýrið verður valt fyri eitt fýra ára skeið, og 31. desember 2018 var tað fýra ára skeiðið hjá seinasta stýrinum av.
Í lógini fyri Kringvarpið stendur tó einki um, hvussu man skal bera seg at, um einki nýtt stýrið er sett, tá fýra ára skeiðið gongur út. Rúni Heinesen hevur seinastu fýra árini sitið sum formaður fyri Kringvarpsstýrið og hann sigur við in.fo í morgun, at so vítt hann veit, er hansara tíð í stýrinum av.
Les eisini: Rigmor tilnevnir nýggja stýrið
- Eg veit einki um, at vit sita enn. Eg havi bara gingið úr frá, at vit eru liðug við okkara tørn, og at eitt nýtt stýrið er valt, men eg havi einki hoyrt, sigur Rúni Heinesen.
- Vit hava sluttað okkara virksemi av, og havt okkara endaliga fund. Vit hava onga áheitan fingið um nakað annað. Vit eru vald fyri fýra ár og vit hava sitið í fýra ár, sigur Rúni Heinesen, tá hann verður spurdur um undanfarna stýrið formelt situr enn, tá einki nýtt stýrið er valt.