Annika Mittún Jacobsen hevur rættiliga verið í andglettinum sum kringvarpsstjóri. Í Hvonn Live á Rás2 í kvøld fer hon at tosa um at taka truplar avgerðir og at stand við tær Sparingar, uppsagnir, morgunlestur, public service skyldir og valið millum X Factor og Dag og Viku hava verið ovast á breddanum seinastu tíðina.
Kvinnan við ábyrgdini í hesum málum er Annika Mittún Jacobsen, sum er stjóri í Kringvarpinum.
Í Hvonn Live á Rás2 í kvøld verður spurt, hvussu er tað at verða stjóri á einum so almennum arbeiðsplássi, sum flestu føroyingar hava eina meining um? Og hvussu er at taka truplar og tungar avgerðir, siga fólki úr starvi, verða fyri hørðum ágangi og standa við avgerðir?
Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 í kvøld frá klokkan 19 til 22.