Kris druknar í áheitanum

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk vent sær til felagsskapin Kris um kynsligan ágang.

- Hetta er so óhugnaligt, at vit mugu rópa varskó. Vit mugu øll taka henda trupulleika í álvara og tosa opið um tað, annars fær hetta ongan enda, sigur forkvinnan í Kris, Gvøðbjørg West.

Kris hevur fingið 42 áheitanir um kynsligan ágang í November (fram til tann 26. í mánaðinum). Hetta hendir, eftir at Kris við stórum tiltaki fyrst í november setti fokus á kynsligan ágang í Føroyum, og tvær føroyskar kvinnur fortaldu sínar søgur bæði á stórum tiltøkum kring landið og í Sosialinum.

Í seinastu viku hevði Sosialurin eisini eina greinarøð um eina familju, har pena fasadan støkk sundur og avdúkaði kúgandi kynsligan ágang. Greinin vísti, hvussu týdningarmikið tað er, at umheimurin hjálpir og hevur eyguni opin, tí sum oftast eru tey, sum eru fangað í støðuni, ikki sjálv før fyri at gera nakað.


Politikarar síggja

Endamálið við átakinum hjá Kris var millum annað at fáa politikarar at lata eyguni upp fyri álvarsama støðuni hjá fleiri túsund føroyingum og at skilja, at hetta er ein samfelagstrupulleiki, sum Løgtingið í síðsta enda hevur ábyrgdina av.

Bjørg Nielsen, leiðari fyri norska meginfelagið fyri kreppumiðstøðir fyri kynsligt misbrúkt fólk, FMSO, var í Føroyum í samband við stóra átakið, og hon vitjaði aftur í seinastu viku, tá Kris hevði fund við fíggjarnevndina.

Bjørg Nielsen hevur staðið fyri samskiftinum millum norsku kreppustøðirnar og norsku myndugleikararnar og hevur tí góðar fortreytir at stuðla Kris í samskiftinum við almennu myndugleikarnar.

Gvøðbjørg West letur væl at fundinum við fíggjarnevndina. Hon heldur, at politikarnir hava opnað eygu og oyru – og ikki minst hjørtu – fyri tí arbeiði, sum verður gjørt at hjálpa teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.

Kris er ein privatur hjálparfelagsskapur, men fekk seinasta ár 200.000 í stuðli frá tí almenna. Gvøðbjørg West sigur, at ynski hjá Kris er, at ein kreppumiðstøð verður sett á stovn fyri tey, sum hava verið útsett fyri kynsligum ágangi.


Meira enn fyribyrging

Hans Pauli Strøm segði í viðtalu við Sosialin tann 8. november, at hann ongar ætlanir hevur fyri einari slíkari miðstøð, tí at vit hava nóg nógvar stovnar, sum er. Verandi stovnar og tiltøk skulu samskipast betri, so færri hol vera.

Men Gvøðbjørg West sigur, at mann misskilur støðuna, um mann heldur, at stovnar sum barnahjálpin kunnu samanberast við Kris, tí Kris ger ikki bara eitt fyribyrgingararbeiði.

- Tað hevði verið gott um arbeiði at fyribyrgja kynsligum ágangi varð samskipað betri frá almennari síðu, men tað hjálpir tíverri ikki øllum teimum, sum longu hava verið kúgað av kynsligari misnýtslu og mugu liva við avleiðingunum, sigur Gvøðbjørg West.

Leiðarin fyri Kvinnuhúsið, Elin Reinert Planck staðfesti eisini í Sosialinum, tann 8. november at hóast Kvinnuhúsið regluliga fær kvinnur, sum hava kynsligan ágang við í viðførinum, so er stovnurin ikki ætlaður til at veita teimum tað serligu hjálp, sum teimum tørvar, og Kvinnuhúsið vísir nógvum av hesum kvinnum víðari til Kris ella til sálarfrøðing.


Ikki bara kvinnur

Tað eru heldur ikki bara kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Kris fær eisini áheitanir frá fleiri monnum, og hesir kunn ikki leita sær hjálp í Kvinnuhúsinum.

- Tað hevu tí sera stóran týdning, at bæði løgtingslimir og landstýrismaðurin við ábyrgd á økinum, Hans Pauli Strøm, veruliga skilja, hvat hetta snýr seg um, sigur Gvøðbjørg West.

Hon sigur, at Hans Pauli Strøm ongantíð hevur havt nakran fund við Kris, men hon vónar at hann dugir at síggja tørvin.

- Tí fáa vit loyvi veruliga at gera nakað við hetta, so kundu vit bjóða sømiligar umstøður til tey  42 fólkini, sum hava vent sær til okkum í november mánaði, og øll hini, sum vit hjálpa, sigur Gvøðbjørg West at enda.