Fyri løtu síðan bjóðaði G! til eina lítla samling við Kris Kristofferson.
Kris Kristofferson hevur avgjørt at lata innkomna peningin hann fær fyri at lutaka á ársins G! Festivali óskerdan til Barnaheimið í Havn.
Tiltakið byrjaði við at Lyon spældi nøkur løg.
Síðan kom Jón Tyril og segði nøkur orð um hvussu G! festivalurin byrjaði fyri 16 árum síðan, við einans 2 vikur av fyrireikingartíð og 800 seldum atgongumerkjum, til at í dag teljast ímillum bestu festivalar í heiminum.
Leiðarin á barnaheiminum Katrin Haraldsen við klumpi í hálsinum, hevði eina takkarrøðu til Krist Kristofferson og takkaði honum miriliga fyri at hann aftur hesu ferð velur at lata pengarnir til Barnaheimið .
Peningurin verður eina og aleina nýttur til nýggjar upplivingar og ævintýr, til tey á heiminum.