Sunnudagin andaðist Krisjan Dahl eftir drúgva sjúkralegu. Hann gjørdist 50 ára gamal..
Krisjan Dahl hevur verið fyritaksstjóri á Tíðindablaðnum Sosialinum síðani 1984, tá hann tók við eftir Tórfinn Smith.
Frá byrjan røkti hann eisini starvið sum politiskur blaðstjóri. Men í sambandi við framgongdina á blaðnum gjørdust tær fyrisitingarligu uppgávurnar so stórar og kravmiklar, at tær kravdu sín mann. Hesa uppgávuna átók Krisjan sær. Hann røkti hetta starv til fulnar og átók sær eisini mangar av uppgávunum, sum máttu og skuldu fáast frá hondini.
Hann var eisini maðurin, sum stóð fyri samráðingum hjá blaðnum, bæði lønarligar sum aðrar. Í øllum viðurskiftum við nútímansgerð og broytingum í teknikkinum og í blaðhúsinum sum heild var Krisjan mest sum undangongumaður.
Í gerandisdegnum fylgdi hann við í øllum, sum fór fram á blaðnum, frá tí stavurin varð settur á blað, til blaðið kom úr prentmaskinuni og víðari til lesararnar.
Meðan Krisjan sat sum fyritaksstjóri vaks og mentist blaðið í stødd og upplag. Fyritøkan fekk harvið eisini eitt betri og tryggari grundalag at standa á. Eitt nú var hann við til at leggja lunnar undir 5-vikudaga útgávuna, sum eisini skuldi vísa seg at gerast framtíðar álitið.
Krisjan Dahl megnaði ikki bert at menna fyritøkuna Sosialurin til eitt nútímans virki, við øllum teimum hentleikum eitt slíkt skal hava. Hann hevði eisini ein ótrúliga góðan penn og tað sást ma. aftur í fleiri av teimum væl orðaðu og samstundis djúpthugsaðu oddagreinunum tey fyrstu árini, tá hann eisini var politiskur blaðstjóri.
Saman við fólkinum á prentsmiðjuni hevur Krisjan við sínum treiskni og sermerkta tolni sett síni spor. Prentsmiðjan er vorðin útbygd fleiri ferðir hesi árini Krisjan var fyritaksstjóri, og við henni hevur Sosialurin verið førur fyri at taka kappingina upp við hinar miðlarnar.
Tað er sera stórur saknur í blaðhúsinum á Argjum, nú Krisjan hevur lagt árarnar inn. Hann hevur lagt eitt stórt tómrúm eftir seg.
Men høvuðsuppgávan hjá starvfeløgum Krisjans, verður nú at føra verkið, ið Krisjan var við til at leggja lunnar undir, víðari.