Krisjan - ein góður starvsfelagi farin

Hann átti evni og gávur sum fáur, Krisjan Dahl, fyritaksstjórin á Sosialinum, sum nú er farin. Fyri blaðið var hann altuppofrandi og verður altíð at minnast sum eitt serstakt og gott menniskja.

Tað kom óvart á okkum øll, tá vit fingu at vita, hvussu sjúkur Krisjan var. Hann var ikki persónurin, sum gjørdi nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum ella gramdi seg. Í eina tíð hevði hann tó ikki kent seg væl men einki kundi taka arbeiðshug og ábyrgdarkenslu fyri arbeiðinum frá Krisjan. Men so fekk hann brádliga boð um, at hann mátti leggjast undir skurð. Neyvan høvdu hann ella tey, ið stóðu honum nær, ímyndað sær, at hann skuldi vera so sjúkur. Tó alla tíðina livdi vónin, og fyri bæði Krisjan og okkum tóktust útlit vera fyri, at hann fór at koma aftur til arbeiðis. Spurning-urin var bara nær.

Tá hann so kom heimaft-ur úr Danmark, og vit fingu at vita, at Krisjan neyvan kundi fara undir tyngjandi fysiskar uppgávur aftur á blaðnum í bræði, var tað heilt náttúrligt at tosa um í hvønn mun hann kundi gera okkurt arbeiði fyri blaðið heimanífrá. Nakað, sum ikki kravdi so nógv krops-ligt arbeiði. Og hevði ikki gingið, sum tað gjørdi, so hevði ætlan okkara helst verið veruleiki: at lata Krisjan sleppa at brúka nakrar av viðføddu gávum sínum, nevniliga at skriva.

Mær varð fortalt frá góða vinmanni Krisjans, Bergi Wardum, áðrenn hann kom á Sosialin, at millum mongu gávur Krisjans var ein framúr góður pennur. Tað skuldi eisini vísa seg at vera rætt.

Fyrstu ferð, eg kom at kenna Krisjan, var á dansi-gólvinum í Sjónleikarhús-inum. Hóast nakað yngri minnist eg, hvussu hesin myrkhærdi, stórvaksni og vakri unglingin fór strúk-andi lætt eftir dansigólv-inum. Hetta man hava verið seinast í 60-unum og fyrst í 70-unum.

Tað var í 1984, at eg skuldi koma í samband við Krisjan aftur. Hann hevði verið í Grønlandi og hevði síðani ungdómsárini í Havn lagt aftur um seg nógvar upplivingar úti í heimi, sum tað kundu verið skrivaðar nógvar áhugaverdar og spennnandi søgur um.

Sosialinum tørvaði brádliga ein nýggjan fyritaksstjóra og somuleiðis ein til at taka sær av tí politisku skrivingini í blaðnum, nú Tórfinn Smith, sum so trú-liga hevði røkt hesi størv, ynskti at leggja frá sær. Hvussu fanst tú eitt og sama fólk, sum hevði báðar hesar gávur: at kunna standa á odda fyri einum virki sum Sosialurin og at skriva oddagreinir o.l. tilfar til blaðið!

Tá var tað, at onkur vísti á Krisjan. Og skjótt varð atborið. Í mars mánað 1984 tók Krisjan við sum bæði fyritaksstjóri og politiskur blaðstjóri á Sosialinum. Eg sjálvur gjørdist tíðindablaðstjóri við ábyrgd fyri pressulógini.

Mær untist nærum 14 ár at arbeiða saman við Krisj-an - fjúrtan av mínum kanska bestu og mest spennandi og áhugaverdu árum. Hesa tíðina megnaði hann saman við teimum dugnaligu og uppofrandi starvsfólkunum á Sosialinum at byggja upp eitt blað, sum í dag - hóast enn langt frá fullkomið - røkkur út í hvønn krók av landinum og út um landoddarnar.

Tað vísti seg skjótt, at Krisjan átti so stórar menni-skjansligar eginleikar, at umframt at røkja ábyrgd-arøki síni, megnaði hann eisini at leggja menniskjansligar spírar allastaðni á arbeiðsplássinum, sum bóru slíkan ávøkstur, at her skjótt bleiv talan um eitt uppaftur betri arbeiðspláss. Ein av grundleggjandi fortreytunum fyri, at eitt arbeiðspláss kann virka og mennast, er arbeiðsklimaið - gleðin og nøgdsemi við arbeiðinum. Og her átti Krisjan ta menniskjansligu dimensiónina, ið bert so fáum er unt, nevniliga hesa at kunna spjaða gleði rundan um seg, at fáa fólk at kenna seg væl, at fáa fólk at kenna á sær, at tey betýða nakað og harvið loksins at fáa fólk at trívast.

Krisjan hevði ikki nakra akademiska útbúgving, og hann hevði heldur ikki drúgvar royndir við at reka eina fyritøku. Men hansara persónligu og menniskjansligu eginleikar og ríku lívsroyndir hansara upp-vigaðu hesi vantandi út-búgving. Hann var so mik-ið gløggur og ein so góður eygleiðari, at tað spurdist altíð okkurt skilagott burtur úr tí, sum hann fór í holt við.

Tað vísti seg skjótt, nú fyritøkan vaks og mentist undir hansara leiðslu, at stundir vóru ikki til skrivingina. Fyrisitingarligu uppgávurnar kravdu sín heila og fulla mann. Tí legði Krisjan pennin til viks og fór heldur at brúka alla orku upp á aðrar uppgávur so sum at útbyggja prentsmiðjuna og at lata dyrnar heilt opnar fyri øllum hugsandi viðskiftafólki.

Og tað skuldi aftur vísa seg, at Sosialurin sum fyri-tøka skuldi fáa fullan ágóða av nøkrum av góðu og vælsignaðu eginleikum Krisjans. Maðurin var Guds benáðaður menniskjakennari. Hann gjørdi ongantíð mun á høgum og lágum og gav sær altíð stundir til at tosa við síni viðskiftafólk. Hann megnaði kynstrið at lurta. Henda eginleika, sum so fá av okkum eiga, átti Krisjan í fult mát. Og tað, sum er so virðismikið fyri at kunna eiga henda eginleika, er júst hetta, sum er so týdningarmikið fyri eitt og alt, ið skal mennast og byggjast upp, nevniliga virðingin fyri øðrum.

Hetta var so eisini orsøkin til, at fleiri og fleiri lýsarar vendu sær til blaðið. Teir líkasum kendu seg so væl, tá teir í telefonini ella úti á blaðnum tosaðu við henda altíð so positivt lurtandi, vælmeinandi og vælupplagda persónin. Hann hevði tíð til teirra. Hóast alt rundan um var merkt av skundi og stressi, so tók Krisjan tað róligt. Gav sær tíð til kund-an. Og tað gjørdi, at sami kundi kundi fara heimaftur við eini kenslu av, at tað kendist gott at hava sam-skifti við blaðið. Og úrslitið varð, at Krisjan megnaði at knýta eitt varandi og fast samband við nógvar góðar og trúgvar kundar.

Eg minnist so væl tað ein av okkara trúgvu lýsarum segði við meg, tá hann spurdi eftir Krisjan og eg segði honum støðuna. -Krisjan er eitt ótrúligt menniskja. Altíð positivur. Tú kennir teg altíð so væl, tá tú tosar við hann, og tú fær sum kundi altíð eina góða viðferð. Tað verður ringt at vera hann fyriuttan hjá eini fyritøku sum tykkara.

Hetta vóru orðini og lýsa tey Krisjan væl. Ófatiliga tol hansara kundi sjálvandi eisini hava sína slagsíðu. Vit onnur, sum eru í so ótolin til og sum eru fangað í meldrinum av deadlinum alla tíðina, kundu vera ørg og øvundsjúk um somu tíð. Tí hóast eitt blað krevur sínar føstu tíðir, so krevur ein fyritøka, skal henni vera lív lagað, eisini fólk, sum geva sær stundir og sum hava virðing fyri øðrum. Sosialurin átti í Krisjan hetta fólkið, og tað er ikki minst hesum gávum hans-ara fyri at takka, at fyritøkan er so frægt fyri, sum hon er tað í dag.

Góði Krisjan, tøkk fyri tað tú hevur givið mær og øðrum burtur av tíni menn-iskjansligheit. Tað er so nógv, at tú fer altíð at vera ein partur av okkum - ein partur av andanum í hesi fyritøku.

At skula skriva tær nøkur orð er um somu tíð lætt og kortini so torført. Tí tú var so nógv, tú var so menn-iskjansliga ríkur, at tað er so ófatiliga ringt at gera teg livandi aftur í berum orðum. Men orð kunnu vera livandi og skapa lív megnar tú tað kynstrið at brúka tey rætt.

Og júst hetta var aftur ein av tínum gávum Krisjan, hetta at hava orðið í síni makt. Minnist, at Atli ein dagin ringdi til mín og spurdi, hvør skrivaði fleiri av oddagreinunum í blaðn-um. Honum dámdi tær so væl, tí tær vóru so øðrvísi enn nógv annað, sum skrivað verður. Tær bóru boð um lívsvísdóm og lívsroyndir úr vanliga gerandislívinum og vóru so beinraknar segði Atli, ið tá var bæði formaður javnaðarfloksins og løgmaður.

Hóast Krisjan gavst sum politiskur blaðstjóri, var hann altíð tilreiðar at skriva eina oddagrein ella fleiri, tá tørvur var á hesum. Hann var eitt menniskja, sum tú sum starvsfelagi altíð kundi heita á. Hóast hannn hevði hendurnar fullar við øðrum uppgávum, so spardi hann seg ikki og vildi altíð geva ein hjálpandi hond kortini.

Umframt at duga væl at skriva, so goymdi pennur tín Krisjan altíð ein boð-skap. Aftan fyri oftani inn-ballaðu og sveimandi orða-blómur tínar var ein lívs-filosofi, sum vendi sær til mannin á gøtuni, til tað inn-asta í okkum, virðingina, kærleikan, samfelagsá-byrgdina ja lívsins djúpastu meining. So eg skilji Atla, tá hann so fegin vildi vita, hvør hesin rithøvundin var.

Eitt er at eiga amboðini og duga handverkið. Tú átti eisini ta triðju dimensiónina og hana, sum er fortreytin fyri hinum báðum. Tú var vitugur maður og hesa vitan dugdi tú at brúka sum fáur, at seta hana í rættan saman-hang alt eftir, hvørjum um-hvørvi tú var í. Altíð høviskur var tú.

Meg minnist so væl, tá vit frá blaðnum vóru at kann-ingarferð á Bornholm fyri nøkrum árum síðani, hvussu tú hugtók og berg-tók hesar bornhólmbúgv-arnar við tínum frálíku frásøguevnum og framburði og tíni vitan um danska søgu og mentan. Har sótu teir, donsku vertir okkara, sum forsteinaðir, meðan hesin fremmandi føroyingurin á sera livandi hátt segði dønum frá teirra egnu søgu, teirra kongum og drotningum frá gamlari tíð.

Soleiðis var tú bara. Eg kann ikki lata vera við at venda aftur til ta stóru per-sónligheit, sum goymdi seg í Krisjan. - og hóast tú er farin frá okkum, gleðast um, at okkurt av tí, sum tú sáddi, hevur borið ávøkstur innan í mær og øðrum, og sum so kann sáast til uppaftur onnur.

Lívið skal ganga víðari. Fyri okkum, sum skulu gera eitt nýtt blað hvønn dag, eru ikki altíð stundir til at hugsa um teg Krisjan. Men gloymt hava vit teg ikki, og vit fara tað neyvan heldur aldrin. Tað er nevniliga ein ómøgu-ligheit. Tí so væl hevur tú sátt og so væl nælist av tínum fruktum, at mangt og hvat, vit fáast við í dag og í komandi árum, vil bera sjónlig merki av tær og tíni persónligheit Krisjan.

Eg byrjaði hesi orð við ætlanini hjá okkum báðum, at tú skuldi sleppa at skriva til blaðið aftur, meðan tú var stæddur heima fyri harvið at byggja teg uppaftur.

Hetta kundi vera eitt einastandandi høvi at fáa teg á føtur aftur og samtíðis at geva blaðnum eitt til-trongt skump - geva tí nýggja innihaldsliga inspiratión. Eg ímyndaði mær, at vit kanska kundu sleppa at gera brúk av framúr góðu eygleiðaraevnum tínum, sum nú høvdu ligið í dvala í alt ov langa tíð.

Men so skuldi ikki blíva. Tú viknaði og fórst.

Tað er torført at siga nak-að um teg Krisjan, eftir at góði starvsfelagi okkara gjøgnum fleiri ár, Jústines, hevur sett sítt á prent. Tí tað var so meistarliga fráfarið. Hann rakti í blett við hvørjum tí einasta orði. Ja hvørt orð hansara gjørdi Krisjan so spillivandi aftur. Gott í teg Jústines, eygleiðaraevni hevur tú góð og orð tíni eru mangan hvøss sum svørðið. Tey eru gott minni um Krisjan.

Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna Sonju prest. Sjáldan havi eg hoyrt prest talað so ærliga og lætt til eina jarðarferð. Tað skal hon eiga stóra tøkk fyri.

Vit á blaðnum fara seint at gloyma hetta ediliga, gløgga og sjarmerandi menniskjað, sum Krisjan Dahl var. Títt góða lyndi, títt altíð vælviljandi hjarta og títt yvirberandi eygnabrá fara altíð at eiga eitt pláss hjá okkum á blaðnum. Hetta er tí ikki ein seinasta heilsan til tín Krisjan. Vit fara aftur og aftur at møta og heilsa tær í okkara gerandisdegi á Sosialinum. Í smáum sum í stórum. Í viðgongd og mótgangi. Í øllum tí, sum vit fara at fyritaka okkum, fer tað altíð at vera okkurt, sum tú eisini er við í onkursvegna, Krisjan! Minnini um teg fara at liva víðari millum okkum øll. Nøkur góð og sera livandi minni.

Tað er serliga ringt hjá tykkum, Karlu og børnunum og Edith at missa hetta góða menniskjað. Men kortini eigur tað at vera ein uggi hjá ikki minst børnunum at vita, at tey áttu ein góðan og einastandandi pápa. Ein pápa, sum tey altíð kunnu vera errin av at minnast. Hetta er ein góð barlast at hava við sær á leiðini seinni í lívinum. Góði Krisjan - tøkk fyri tín altuppofrandi innsats fyri okkara blað.

jan