Danmarks Radio hevur á heimasíðu sínari biðið sínar brúkarar lurta eftir og atkvøða fyri ársins Grand Prix sangum.
Í løtuni eru Muri & Mario ovast á listanum við góðum 1700 atkvøðum. Síðani kemur favoritturin hjá veddingafyritøkunum, Simone við sløkum 1600 atkvøðum. Triðovast er Kristel Lisberg, sum hevur fingið góðar 1000 atkvøður higartil.
Danska Grand Prixið verður hildið leygarkvøldið tann 13. februar.