Seinastu fríggjakvøldini hevur hon verið at sæð í donsku sangkappingini X-Factor hjá Danmarks Radio, har hon millum annað hevur sungið sangir hjá Etta James og Nirvana. Fríggjakvøldið endaði tó X-Factor ævintýrið hjá 22 ára gomlu Kristel Lisberg, tá vegleiðari hennara, Pernille Rosendahl, valdi at koyra hana úr kappingini.
Var í knúsi
Í sendingini fríggjakvøldið var tað ein heldur kensluborin Kristel, sum hyggjararnir sluppu at síggja. Kristel var saman við hinum luttakarunum í sínum bólki stødd á oynni Samsø, har tey vóru á venjingarlegu í nakrar dagar. Luttakararnir skuldu hvør sær syngja ein sang fyri Pernille Rosendahl og hennara hjálpara, Mattias, og fingu so at vita, um tey kundu koma víðari til live-showini, sum fara av bakkastokki nú komandi fríggjakvøld. Kristel sang eitt lag hjá amerikonsku songkvinnuni, Christina Aguilera, og eftir at hava sungið fyri Pernille Rosendahl og Mattias, brast hon útúr at gráta.
- Eg kendi meg undir einum øgiligum trýsti, og eg var veruliga lættað, tá tað var yvirstaðið, sigur Kristel Lisberg. Seinni henda dagin skuldu luttakararnir hvør sær inn til Pernille Rosendahl, sum fortaldi, hvørt tey komu víðari í kappingini ella ikki.
- Eg var í knúsi akkurát ta løtuna, tá eg fekk at vita, at eg ikki kláraði at koma til live-showini, og eg skilti tað als ikki, sigur Kristel Lisberg, sum eisini helt tað vera sera óbehagiligt at fortelja sjeikinum tað, ímeðan nógv fólk og myndamenn stóðu rundanum.
- Tað var so forferdiligt. Eg føldi meg so lítla, og helt tað vera ótrúliga pínligt at skula fortelja, at eg ikki var komin víðari, ímeðan fleiri kamerafólk og onnur stóðu rundan um okkum, greiðir Kristel Lisberg frá.
Eitt øgiligt trýst
Ein av orsøkunum, til at Kristel Lisberg var so rørd í hesum partinum av X-Factor, var, at hon ikki slapp av hava samband við familju, sjeikin og vinfólk, ímeðan hon var á Samsø.
- Fartelefonirnar blivu tiknar frá okkum, tá vit vóru á bootcamp, tí fólkini aftan fyri X-Factor vóru bangin fyri, at okkurt skuldi koma út til fjølmiðlarnar. Tað var ótrúliga ringt ikki at kunna ringja heim til tey nærmastu, tá eg veruliga hevði brúk fyri tí, sigur Kristel Lisberg.
Upptøkurnar, sum hava verið at sæð seinastu tíðina, eru umleið fýra mánaðar gamlar, og Kristel Lisberg hevur alla hesa tíðina vitað, at hon ikki fór at koma í live-showini.
- Tað hevur verið eitt ekstremt trýst, tí fólk hava verið so ótrúliga positiv og sagt við meg, at tey vóru ikki í iva um, at eg fór at koma í finaluna í X-Factor. Allir luttakarar undirskriva eina kontrakt við DR, um ikki at fortelja nakað sum helst um útfallið í X-Factor, so tí havi eg ikki kunnað sagt serliga nógv um gongdina í kappingini, sigur Kristel Lisberg.
Eingin skilir tað
Hóast hon altíð hevur fingist nógv við tónleik og sang, so var hon ikki sjálv vís í, júst hvussu langt hon fór at koma í kappingini.
- Tað virkar, sum at øll onnur høvdu væntað, at eg fór at koma langt í X-Factor. Sjalvt fleiri av fólkunum í DR vóru púra ovfarin, tá Pernille valdi at senda meg heim, sigur Kristel Lisberg og leggur afturat, at onkur av starvsfólkunum í DR góvu Pernille Rosendahl av grovfíluni, tá tey frættu, at hon hevði sent Kristel Lisberg heim úr kappingini.
- Frá fyrsta degi av gjørdi DR rættiliga nógv burtur úr mær, og eg havi verið nokkso nógv at sæð á skíggjanum. Tað er ivaleyst tí, at tey væntaðu, at eg fór at klára meg væl í kappingini, sigur Kristel Lisberg, sum fegnast um allar tær positivu viðmerkingarnar, hon hevur fingið frá fólki, eftir at tey hava sæð sendingina fríggjakvøldið.
- Ótrúliga nógv fólk skriva til mín og siga, at tey skilja ikki, at eg ikki longur eri við í X-Factor. Tey siga, at tey eru samd við Pernillu, tá hon segði, at eg eri ov góð til X-Factor, sigur Kristel Lisberg.
Kristel skilir Pernille
Nú ein tíð er liðin, frá at hon sat í sofuni saman við Pernille Rosendahl og fekk at vita, at hon ikki kom víðari til live-showini í X-Factor, er Kristel Lisberg glað um, at tað gekk henni, soleiðis sum tað nú einaferð gjørdi.
- Nú eri eg glað fyri, at eg ikki kom víðari, tí hóast tað hevur verið hart, so dugi eg nú at síggja, at kanska er tað bara gott, at tað steðgaði har, tí allar hurðar standa opnar fyri mær nú, sigur Kristel Lisberg. Hon hevur hugsað nógv um tað, sum Pernille Rosendahl segði við seg og skilir hennara val.
- Pernille segði jú, at eg var ov góð til X-Factor, og eg eri glað fyri, at eg reyk út upp á tað, greiðir Kristel Lisberg frá. Hon heldur tó ikki, at X-Factor er ein sangkapping, eins og DR vil vera við.
- Tey kalla X-Factor fyri eina sangkapping, men eg haldi, at tað í størri mun er ein útviklings-kapping. Sambært Pernille so kundi eg ikki mennast nógv afturat sum songkvinna, og tí kundi hon ikki hjálpa mær og mátti senda meg heim, sigur Kristel Lisberg.
Plátufeløg standa í kø
Hóast Kristel Lisberg ikki megnaði at koma í live-showini, so steðgar tónleikaævintýrið ikki her. Leygardagin ringdi Pernille til hennara og fortaldi millum annað, at fleiri plátufeløg hava vent sær til DR fyri at koma í samband við Kristel Lisberg.
- Penrnille fortaldi, at nógv stór og kend plátufeløg eru áhugað í at skriva sáttmála við meg, og tað er sjálvsagt sera spennandi fyri meg, sigur Kristel Lisberg, sum ætlar sær langt við tónleikinum.
- Eg satsi alt upp á tónleikin, tí eg veit, at hetta er tað, eg vil, sigur ein avgjørd Kristel Lisberg. Sjálvt um hon ikki kom víðari til live-showini í X-Factor, so angrar hon onga løtu, at hon valdi at luttaka í kappingini.
- Eg meldaði meg til X-Factor, tí eg haldi, at tað er ein góð lopfjøl til nakað meir, og tað síggi eg eisini nú, at tað veruliga er, tí í hesum døgum fái eg nógv ymisk tilboð innan tónleikaheimin, sigur Kristel Lisberg.