Nýggja X-Factor kappingin hjá Danmarks Radio byrjar í kvøld, og í fyrstu sendingini skal føroyska songkvinnan Kristel Lisberg syngja fyri dómarunum.
Her heima kenna vit songkvinnuna Kristel Lisberg, men nú er líkt til, at danir eisini koma at kenna hana. Kristel er nevniliga við í nýggju donsku X Factor kappingini hjá Danmarks Radio, sum byrjar í kvøld kl. 19.00.
Í fyrstu upptøkuroyndini til X Factor valdi Kristel at syngja At Last hjá Ettu James, og í kvøld fæst at síggja, hvussu tað spældi av.
- Míni stóri dreymur er at liva av tónleikinum. Eg andi og livi fyri tónleikin, sigur Kristel Lisberg.
Kristel Lisberg er ikki einasti føroyingurin, sum roynir seg í donsku X-Factor kappingini í ár. Ein annar, sum verður við, er Sveinur Gaard Olsen úr Havn.