Kristian Blak sjeytifimm

Í dag fyllir kendur havnarmaður, býarmynd, tónleikaligur undangongumaður, studentaskúlalærari, útgevari, íbirtari og alt møguligt annað, 75 ár.

Talan er um danin Kristian Blak, sum seinastu sløku hálvu øldina hevur verið partur av mentanarlívinum í Havn og í Føroyum.

Havnarmyndin Kristian Blak er upprunaliga dani, men hevur búð í Føroyum tveir triðingar av lívinum – og tað eru ikki hissini spor, hann hevur sett eftir seg innan føroyska mentan.

Hann hevur framum nakran verður primus motor í føroyskari tónleikaútgávu seinastu sløku hálvu øldina.

Plátufelagið Tutl, ið Kristian setti á stovn í 1977, hevur givið út hundraðtals fløgur og plátur. Hann hevur sjálvur skrivað tónleik ella spælt á nógvum fløgum. Tað er ilt at ímynda sær føroyskan tónleik uttan Kristian. Hann hevur beinleiðis og óbeinleiðis verið so stórur partur av tónleikalívinum, verið tað seg innan klassiskt, jass, fólkatónleik, rokk og popp.

Nú hann fyllir 75 er hann enn at síggja mitt í tónleikameldrinum.

Í sambandi við føðingardagin í dag, so verður føðingardagskonsert í Blábarr í Havn í annaðkvøld 1. apríl.

– Tann 31. mars, fyllir okkara kæri Kristian Blak 75 ára gamal, og tað meina vit er nakað sum skal hátíðarhaldast! Og hvat er meira hátíðarligt enn JAZZUR? Svarið er einki...

Tí bjóðar Kristian tær til ókeypis jazz konsert, fríggjarkvøld 1. apríl, klokkan 21.00 á Blábar, skrivar Blábarr á Facebook.

Har fer Herluf Trio at framføra og annars verður okkurt leskiligt at fáa, omaná leskiliga jazzin.

Kristian Blak er giftur Sharon Weiss, sum er úr USA. Tey búgva í Boyggjastovu úti á Reyni í Havn, og har eru tey eftirhondini millum elstu íbúgvarnar – sum hava búð har longst. Tey eiga børnini Mikael, Sámal og Rebekku.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##