Tað var Ole Wich, sum gjøgnum teldupostar hevði boðað fólki frá, at ætlanir vóru um at heiðra Kristian Blak, men Kristian sjálvur mátti onki fáa at vita um ætlanirnar.
Nógv fólk møtti tískil í Kagganum hóskvøldið klokkan 20:00, tá fráboðað varð, at heiðranin av Kristiani skuldi byrja.
Tá Kristian og konan Sharon komu nakað yvir klokkan 20, ljóðaðu lógvabrestir.
Ole Wich, vinmaður Kristians og stigtakari, beyð vælkomin og Kirsten Brix førdi fram fororð, ið hon hevur skrivað í bókina um Kristian Blak, sum eisini varð løgd fram á hesi samkomuni.
Bók - skemtilig, sigandi og søgulig
Tað var nevniliga so, at stigtakararnir høvdu heitt á nógv fólk um at skriva um Kristian Blak, og mong teirra lótu við seg koma, og burturúr er komin bók, nevnd ”Tres Bien” - Kristian Blak 60 ár”, ið er ein sera forvitnislig bók.
Umframt at lýsa Kristian og stóran part av lívi og virksemi hansara, so er hetta eisini ein samtíðarsøga. Og myndatilfarið er bæði skemtiligt, sigandi og søguligt.
Eini 40 høvundar, vinfólk, tónleikarar og vinir og kenningar hava latið tilfar til bókina, ið má sigast at vera sera áhugaverd.
Bókin, ið er 123 síður, fæst til keyps fyri 200 kr. Útgávan er goldin og yvirskotið av søluni fer beinleiðis til onkra mentanarætlan, ið Kristian sjálvur metir vera hóskandi.
Fløga
Fløga varð eisini løgd fram. Fløgan er úrslit av, at tónaskøld hava kompnerað og spælt tónleik, Kristiani til heiðurs. Kristian fekk sonevnda mastereintakið, og so ræður hann sjálvur fyri, um hann letur hetta margfalda og geva út - eittt nú á útgávufelagnum Tutl, sum Kristian jú setti á stovn og er leiðari av.
Ole Wich segði nøkur orð um vinmannin og handaði honum bók og fløgu, men eisini gávu frá ymsum øðrum, eitt nú gávu frá skonnertini, sum í dag siglir vøkur, men sum Kristian Blak á sinni keypti, tí hann ætlaði at seta hana í stand. Hetta bleiv ikki hansara lívsverk, tað vita allir føroyingar í dag, men hinvegin siglir skipið í dag.
Smásøgurnar eru nógvar í bókini um Kristian og kanska serliga eru tað árini innan Kristian kom til Føroya, ið eru forvitnislig hjá mongum, og hjá teimum í Føroyum, ið eru komin við í fylgið av samstarvsfeløgum ella vinfólki seinni, eru eisini fyrstu árini í Føroyum áhugaverd at lesa um. Og serliga eru myndirnar áhugaverdar og sigandi í dag.
Rørdur
Kritian Blak kom til Føroya fyrst í sjeytiárunum, fekk lív í Havnar Jazzfelag, setti Tutl á stovn, stovnaði Spælimenninar í Hoydølum og mangt mangt annað, ið nú er tónleikasøga. Og undangongumaðurin takkaði samkomuni fyri synda heiðurin.
Kristian hevur altíð skemtiliga lagið við sær, og hóast hann var eitt sindur rørdur og glaður, so takkaði hann skemtiliga. Hann segði m.a., at hann hevði als ikki fyrireikað seg - og tað var ikki honum líkt, legði hann afturat við eitt sindur av sjálvspei.
Og hann segði, at hetta var púra óvæntað. og so mátti hann leggja afturat, at hann meinti sjálvandi ikki, at tað var óvæntað, at hann legði leiðina framvið júst hesum hølunum, men at øll hini eisini vóru har hevði hann ikki væntað.
Maðurin hevur lætt til skemt, men fleiri mundu hóma, at aftanfyri var ein glaður maður, ið fegnaðist um samkomuna og sýndan heiður.
Tað vóru eisini tey, ið tóku orðið Kristiani til heiðurs. Bárður Jákupsson heilsaði Kristani við at sitera longu yrkingina hjá William Heinesen, Oceaniske dage, sum Bárður segði William koma fram við, tá hann var um 60 ár.
Kristian Blak fer av landinum í dag og er tískil ikki heima føðingardagin.