Kristian Djurhuus: Kvinnurnar høvdu lesiklubb

Hendan partin og teir komandi eigur Kristian Djurhuus einsamallur. Hann heldur áfram at lýsa havnarfólk, sum bæði er kend frá teirri tíðini, og sum vit hava hoyrt um í dag. Konur høvdu lesiklubb í staðin fyri bindiklubb. Men tað vóru eisini syrgiligar hendingar, sum tann, hesin partur byrjar við

10. partur

Tað hendi ein syrgilig vanlukka hjá Peter Veis. Eg veit ikki hví, hann hevði hetta navn. Her vóru fleiri børn. Tað elsta av teimum, ein drongur, datt í eina grýtu, og skáldaðist til deyða. Hann var um mín aldur og hevur verið um 3-4 ár tá. Hetta hevur bitið seg fast í mítt minni. Tað var eitt slíkt uppstandilsi í grannalagnum, tá henda ólukkuliga mamman rópti um hjálp til sonin hjá sær. Hon hevði á fýrstaðnum kókað grind og spik og hevði júst tikið grýtuna útav fýrstaðnum, tá hesin lítli drongurin datt í henda kókandi løgin. Kjøtið losnaði frá beinagrindini, og hesin neyðars drongur útstóð nógv, áðrenn deyðin gav honum frið.
Aftaná tann dag fingu vit beiggj­ar strong boð um at halda okk­­um frá kók­andi løgi. Men hjá okkum var vandin ikki so stórur. Vit høvdu kom­fýr, og grýturnar við løgi vórðu ikki tiknar av komfýrinum.
Hesin Peter Veis flutti seinni til Tvøroyri og kallaði seg Peter Weihe. Hann var pápabeiggi prestin Jákup Weihe.

Long var so fornemmur
I Kilerkanalini var eisini Longs hús. Her búði prentarin Georg Long, sum arbeiddi á Dimmalætting, og sum eisini átti húsini.
Long, sum var dani, kom sum ungur prentari til Føroyar. Hann gift­ist við Svanhild Poulsen, sum hevði tvær ógiftar systrar búgvandi hjá sær. Tær høvdu mótahandil, mest við hattum. Hesar tríggjar systr­­ar­nar vóru altíð so snøgt ílatnar.
Long varð roknaður at vera ein sera fornemmur maður. Hann var lítil av vøkstri og altíð sera væl ílatin. Tá ið hann var liðugur at arbeiða fór hann í myrkan klædning, og við silvurknappaðum stavi gekk hann niðan í klubban at fáa sær ein hjartastyrk og eitt prát við sínar klubbavinir. Klubbaverturin var ein kvinna frk. Ellen Poulsen. Hon stýrdi klubban við myndugleika, og evnaði at halda klubbalimirnar, sum allir vóru menn, frá sær.
Hetta evnaði ein systir henn­ara ikki. Hon fekk eitt barn saman við einum fulltrúa á eini embætis­skrivstovu. Klubbaverturin tók sær hetta óhapp sera sær. Tað var jú eingin ungsveinur, sum vildi gifta seg við eina slíka »falna« kvinnu. Hon tók sær væl av systrini og dóttir hennara, sum seinni varð væl gift.
Georg Long hevði bókmentalig áhugamál, og tað dámdi honum væl at kjakast við líkasinnaðar í klubbanum.
Pápi, sum eisini var klubbalimur, var rættiliga hugtikin av Long. Ein dagin høvdu teir í klubbanum tosa um, hvussu ein »gentlemaður« kundi lýsast. Long kom at enda við teirri lýsing, at »ein gentlemaður er ein persónur, sum ikki trakkar á líktorn­ini hjá einum øðrum.« Hetta helt pápi ljóða sera skilagott, og hann royndi eisini at fylgja hesum. Long var eisini virkin í tónleikar­lívinum í Havn.
Tey hjá Long áttu tvey børn. Richard og Valborg. Tað var eingin ivi um, at hetta húskið varð roknað at vera uppi í teimum »fínu« í Havn. Børnini høvdu eisini góðar gávur.
Richard byrjaði at lesa til lækna, men hann bleiv ikki liðugur. Tað varð sagt, at hann toldi ikki at síggja blóð. Men hann gjørdist so real­skúlalærari og kom at hava stóran týdning fyri føroyska ment­u­nar­­lívið. Hann gjørdist eisini lands­stýris­maður í 1950 saman við mær sum løgmanni.
Valborg giftist í Danmark, har hon fekk børn. Hon var millum tær fyrstu kvinnur, sum vóru virknar í Havnar Fimleikarfelag.

Lesiklubburin
Í Kilerkanalini búði eisini timbur­maðurin Christian J.M Christiansen, (1861-1924) vanliga kallaðir Ommu­kissa. Navnið kom av, at hann var føddur uttan hjúnalag og var uppvaksin hjá ommu síni. Pápi hansara var sýslumaðurin Daniel J. Danielsen í Søldarfirði, og hetta var alment kent. Sýslu­maðurin var mammubeiggi Daniel J. Danielsen, Dollan, hvørs eina­stand­andi lívs­søga, ikki minst frá Congo, júst er komin út í bók. Kona Ommukissa kallaðist Maria f. Jacobsen (1866-1948). Hon var vinkona ommu mína. Hon plagdi vanliga at lesa upp, tá mamma hevði bindiklubb eina ferð um vikuna. Maria var ein sera intelligent kvinna. Hon hevði sum ung tænt hjá postmeistara Danielsen, sum var beiggi sýslu­mannin Danielsen.
Klubburin var mikudagar. Tær komu saman í køkinum hjá okkum aftaná nátturða og pápi vanliga var farin til songar.
Tað varð altíð lisið upp úr vikublaðnum »Hus og Hjem«, sum tær hildu í felag. Í blaðnum vóru røðir við skaldsøgum um kærleika og brotsverk. Mamma fjasaðist í køkinum, meðan Elsebeth Helena, mostir, bert sat og lurtaði. Eg haldi ikki, at tær nakrantíð høvdu nakað handarbeiði við. Tær livdu rættu­liga við í skaldsøguni, sum var á skránni. Tað tyktist sum tær trúðu fult og heilt, at hetta vóru sannar søgur.
Eg minnist eina ferð, eg fór framvið køkinum, meðan lisið var upp, hvussu tær gjørdu viðmerk­ingar so hvørt, sum hendingar fóru fram, sum »nei, sikke eitt beist at bera seg soleiðis at« ella »hatta hevði hatta búrbeistið gott av.«
Mamma bjóðaði kaffi og køkur.
Ommukissa og Maria áttu fýra synir. Jákup Baja (1888-1965) var bankastjóri á Tvøroyri. Hann var giftur við Andreu Arge (1891-1969). Tey vóru barnleys.
Viggo (1892-1964) var giftur við Katrinu f. Petersen (1891-1959), sum hevði handilin Katrina Christiansen. Viggo var timburmeistari, men tók við handlinum, tá ið Katrina doyði. Børn teirra vóru Peter C., Maria og Haldor.
Petur (1895-1923) var giftur við Vestinu Joensen (1892-1946). Tey áttu Peter F. Christiansen, kendur frá Dimmalætting. Hann doyði áðrenn sonurin varð føddur. Haldor doyði í 1924, bert 23 ára gamal.
Allir fýra synir høvdu sera góðar gávur, men vóru eisini eitt sindur originalir.

Borgharrastova
So var tað eisini Borgharrastova. Tá eg var ungur búði her einkjan Anna við sínum trimum døtrum. Hon livdi av at hava pensjonat og at selja kleynur og bróstsukur, sum hon sjálv kókaði. Hetta smakkaði væl og kostaði 2 oyru stykkið.
Tað vóru mest løgtingsmenn av bygd, og nakrir læraraskúla­næm­ingar, sum høvdu ráð til eitt slíkt innivist.
Tað kostaði 3 kr um dagin fyri inni­vist og mat. Tá fingu løg­tings­­­menn 4 kr. um dagin fyri vistar­hald.
Á hesum leiðum búði eisini Luddi í Dali og kona hansara Elsebeth. Her fekk eg eisini privata frálæru, áðrenn eg fór í kommunuskúlan. Saman við mær var systkinabarn mítt Lars Larsen úr Porkeri, sum var 5 ár eldri enn eg. Orsakað av vána­ligum skúlaviðurskiftum í Porkeri var hann komin til Havnar at ganga í skúla. Døturnar hjá Ludda, sum vóru útbúnir lærarar undir­­vístu í skúlum í býnum, men tær skift­ust um at undirvísa heima.

Klæmint og Reynomma, »papp« omma og abbi hjá Jørgen Frants Jacobsen
Millum tey menniskju sum standa klárast í mínum minni frá mínum barnaárum er Klæmint Jacobsen og kona hansara. Hana kallaðu vit brøður Reynomma. Hjúnini, sum vóru barnleys, høvdu eina vaksna fosturdóttir, Marin.
Klæmint var ættaður úr Elduvík. Hann var mammubeiggi Marin. Tá ið hon misti mammuna, kom Marin til Havnar at vera hjá Klæminti og konuni.
Marin giftist við Meinhard, son Jørgen Frants Jacobsen, skó­makara. Teirra elsti sonur var Jørgen Frants Jacobsen, okkara kendi rit­høvundur. Ein son kallaðu tey Klæmint.
Reynabbi var faktor hjá handli­num hjá Skibsted, sum abbi mín eisini arbeiddi fyri. Eg plagdi at koma við abba inn í handilin. Eg stóð uttan fyri diskin, og nøsin hjá mær rakk beint yvir diskin. Her luktaði so væl av øllum góðum sum kryddarí, sirop, rosinur, sviskur, bomm og annað. Her kendist eisini lukturin av tjøru og hamp frá pakkhúsunum nærindis. Handilin var í mínum eygum stórur og spenn­andi, men veruliga var rúmið ikki størri enn 10x10 m.
Hendi tað, at Klæmint fylgdi pápa mínum til dyrnar, tosaði hann altíð blídliga við meg og klappaði meg á høvdið. Ofta gav hann mær ein mola av kandisukur og bað meg ikki fáa tað í rangastrúpan.
Tað, sum var so sera spennandi at síggja, var tá handilskvinnan høgdi sukur av sukurtoppinum. Sukur­toppurin var ¾ alin høgur, og diameturin niðast var um ½ alin. Til at høgga sukur varð nýtt ein serlig øks. Tað mátti høggast soleiðis, at minst møguligt fór til spillis.
Klæmint var ein lítil maður. Hann var ílatin, sum vanligt var í Havn. Brúnur jakki, kot og langar buksur. Sum teir flestu menn tá í tíðini hevði Klæmint fullskegg, sum var væl røkt og gekk í ein spíss.
Klæmint var í klæðum meira fram­komin enn aðrir, eins og hjá embætis­monnum og øðrum av danskari ætt.
Reynomma var altíð líka blíð, tá ið eg kom við ta lítlu mjólka­spann­ina, sum tók ein litur. Hon var altíð í myrkum klæðum.
Arbeiðsgentan hjá henni var altíð í arbeiðsklæðum, men altíð sera nosslig. Hon fekk annars til endans tænastumedaljuna fyri trúfesti í arbeiðinum í 50 ár.
Reynomma var serliga kend fyri síni evni at fáa kambfjaðrar burtur av hondunum. Hetta fekk eg eisini roynt. Men hetta var ikki pínuleyst. Hon brendi tær við sýru.
Eftir tátíðar viðurskiftum varð heimið hjá Klæmint Jacobsen rokn­að at vera eitt yvirklassaheim, og soleiðis føldi eg tað eisini, tá ið eg kom hagar. Men hvat var hetta hús í mun til tey hús, sum í dag verða bygd í Havn! Komið varð inn í eina fýrkantaða forstovu, har tað var atgongd til køkin, sum vendi móti tí steinsetta túninum, sum var felags fyri tey fýra húsini, sum vóru bygd um hetta tún.
Frá forstovuni gekk ein hurð til eitt sovikamar og dagligstovuna, sum vendi móti Portugalinum. Frá køkinum var ein hurð inn í hina stovuna, sum vist varð nýtt til stovukamar. Frá forstovuni var eisini ein trappa upp á loft, har tað var eitt kamar hjá arbeiðsgentuni.
Dagligstovan var vakurt møbl­erað í gomlum stíli.
Tað var nú ikki alt, sum eg sá. Eg var lærdur, at um eg kom inn í eini hús eini ørindi, skuldi eg ikki fara longur enn í forstovuna, uttan so at eg onkuntíð varð boðin innar.
Hetta skuldi vera so uttan mun til, hvørji hús vit komu inn í. Í hes­um túni búði eisini Andras Jacob­sen (Dia við Stein). Tað var eisini her, at presturin Lukas Debes búði.
Hetta er einasta steinsetta tún, eg havi sæð í Føroyum. Tá ið tað fyri nøkrum árum síðani vórðu lagdar kloakkir, varð funnin ein steinseting undir teirri núverandi, sum eingin visti nakað um.

Glataðu spælimenninir
Tann nevndi Dia við Stein hoyrdi til tey meira fátæku í býnum. Men hann var sera musikalskur og fekk eina eyka inntøku við at spæla violin til samkomur. Hansara fýra synir Hans, Mourentius, Jákup Pauli og Karl vóru allir tónleikarar og spældu ymisk instrumentir.
Tað eru hesir brøður, sum verða lýstir í bókini hjá William Heinesen, Glataðu Spælimenninir. Her verður nakað nógv gjørt av, og hví teir skuldu vera »glataðir« haldi eg ikki, at teir vóru greiðir yvir.
Hans var altíð saman við horn­orkestrinum, tá ið tað fór við HB til Tvøroyrar at spæla ímóti TB. Hetta var tað mest lívgandi fyri HB, tá tað hevði fingið sítt árliga tap har suðuri!
Tá so gamli Smiril fór norður aftur til Havnar við spælarunum, hoyrdist trompetblásturin hjá Hans eins væl og floytan á Smyrli.
Pollan, kona Hans. sum var eini 8 ár eldri enn eg, var sera lívsglað, og tá ið hon ikki var nógv við barn, plagdi hon at vera við í spælinum hjá okkum ungu á Skansavegnum.

200 Miðvikur
Ì hesum døgum eru tað fýra ár síðan Miðvikan byrjaði í Sosialinun. Hetta merkir, at tað eru komnar 200 greinir í hesi røð.
Hóast tað ikki sær so nógv út hvørja ferð, so er samlað ein hópur av tilfari. Tilsamans eru tað bert í hesi røðini einar 2.000 bóka­­tekst­síður, sum snýr seg um nógv øki, líka frá Dímunar søgu til heims­søgu í Etiopia og Congo, har føroyingar hava verið í fremstu røð. Umframt eru einar 500 síður í røðini Hendur ið Sleptu.
Hjá mær sjálvum hevur tað verið sera stuttligt at merkja, hvussu væl hesar frásagnir eru umtóktar av lesarunum.
Tey eru eisini mong, sum siga seg einans halda ella keypa Sosialin av somu orsøk.
Tað kann verða nevnt, at ein fittligur partur av hesi røð er komin út í bók. Hetta eru bøkurnar Mítt Etiopia, Dollin og Petur Alberg, har tað eisini er komið tilfar umframt tað, sum upprunaliga er prentað.
Alt eftir undirtøkuni verður arbeitt við onkrari bók afturat.


Í komandi parti fer Kristian Djurhuus at arbeiða á post­húsi­­num. Har var eisini alt annar­­leiðis tá enn tað er í dag